Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkum tørvar allar góðar kreftir

SKRIVAÐ: Dánjal á Neystabø, formaður  |  21.03.2025 - 09:54 Mentan Tíðindaskriv

Í kvøld verður FMA í Varpinum í Klaksvík, eitt kvøld tá vit hátíðarhalda henda dýrgrip, sum bindur okkum saman sum tjóð, nevniliga tónleikin. Lat hetta vera ein innilig áheitan, at seta tónleikin í hásæti

 

Í seinastuni hevur verið nógv rumbul í føroyska tónleikaumhvørvinum. Ein orrusta stakk seg upp, sum gjørdist bæði stór og víðfevnd við nógvum ymsum undirkjakum.

Nógv er sagt og nógv er gjørt farnu vikurnar, og nógv kenna seg bæði særd og vónsvikin. Eg fari ikki inn í tað, sum er sagt og skrivað – tað er farið. Tey flestu hava sagt orsaka upp á sín máta.

 

Men eg haldi kortini, at vit ikki kunnu lata sum einki

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt fyri føroyskar tónleikarar. Størsti taparin er tó føroyskur tónleikur og lítla føroyska tónleikaumhvørvið, sum nú tykist býtt upp í klikur og bólkar.

Tað er týðiligt, at tað prutlar undir lokinum. Tað prutlar so mikið illa, at tað slepst ikki undan at lyfta lokið og hyggja niðurí. Alt hetta farna stríðið botnar í trupulleikum, sum vit mugu loysa.

Fyrst og fremst mugu vit menna eina betri kjakmentan. Tí sjálvandi skulu vit kunna vera ósamd og hava ymsar fatanir. Men tá ið kjakið fer so fullkomiliga av sporinum, sum tað nú fór, so rakar tað okkum øll.

Harnæst kunnu vit staðfesta, at tá ið harðast leikar á, fáa kvinnurnar munandi meira oman yvir seg í kjakinum. Aftur og aftur hava skotini snúð seg um framburð, persónligheit, enntá útsjónd, heldur enn ta ósemjuna, ið kjakast varð um – ella argumentini, tær bera fram. Hetta kom væl til sjóndar í kjakinum nú – men dømini um hetta eru mong, eisini áðrenn hetta kjakið.

Kjakið birtist á kvinnudegnum, og átti at snúð seg um javnstøðu – ella vantandi javnstøðu - í føroyskum tónleiki. Lat okkum royna at finna aftur til tað.

Ikki tí - tað eru heilt vist eisini aðrir skeivleikar í tónleikaumhvørvinum í Føroyum, m.a. økis-mismunur, tí flestu mentanartilboð ofta enda í miðbýnum í Havn - ella mismunur vegna aldur, tí tónleikavinnan ofta vísir seg geva ungum tónleikarum fyrimun, hóast eldri tónleikarar kunnu vera minst líka slóðbrotandi.

Vit skulu virka fyri øllum hesum, men júst nú tosa vit um javnstøðu vegna kyn, og kjakið herfyri hevur gjørt tað greitt, at javnstøðukjakið ikki fær ta viðurkenning og rúmd, sum tað eigur at fáa.

Fyri at tey, sum hava kent sviðan av hesum kjakinum, skulu fáa eina kenslu av, at hetta ikki alt var til fánýtis, er tað sera umráðandi, at vit nú finna saman og skapa ta broyting, sum tørvur er á. Vit kunnu ikki bara leggja lokið á grýtuna aftur og vóna, at tað ikki fer at prutla aftur í bræði.
Vit mugu hinvegin taka um endan aftur – við einum góðum, siðiligum tóna - og tryggja okkum, at hetta ikki hendir aftur.

Tónleikasamband Føroya tekur í egnan barm og ásannar, at eisini vit áttu at havt gjørt meira á hesum økinum. Tí fara vit at skipa fyri ítøkiligum átøkum, sum kunnu varpa ljós á javnstøðu í føroyskum tónleiki og hvussu vit loysa teir trupulleikarnar, sum vit týðiligvís hava.

Tí føroyski tónleikapallurin er lítil, og okkum tørvar allar góðar kreftir – vit mugu tí gera alt fyri at sleppa undan klikum og bólkum, so vit eisini frameftir kunnu skapa spennandi samstørv tvørturum kyn, aldur og geografi.
Lat okkum lyfta hvønn annan upp, heldur enn at trýsta hvønn annan niður.

Vónandi fáa tiltøkini góða og breiða undirtøku, tí javnstøða er ábyrgdin hjá okkum øllum. So skjótt, sum FMA er farið afturum, fara vit at arbeiða við hesum máli.

Í kvøld verður FMA - og vónandi kunnu vit seta tað í hásæti, sum knýtir okkum saman og sum vit øll brenna fyri, nevniliga tónleikin.

Við ynskjum um eitt gott og samlandi FMA. Vegna Tónleikasamband Føroya,

Dánjal á Neystabø, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað