Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-EB/Streymur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.03.2025 - 06:44 Ítrottur Tíðindi

KÍ fær í dag vitjan av EB/Streymi, sum mangan hevur argað KÍ síðstu tvey árini tó uttan at fáa stig.

Ikki færri enn tríggjar ferðir síðstu tvey árini hevur KÍ avgjørt dystirnar móti EB/Streymi í 95. minutti ella seinni. Í dag møtast liðini fyri fyrstu ferð í ár, og so fáa vit at síggja, um dramatikkurin fer at halda fram í ár, tá hesi møtast.

Hjá KÍ eru skaðar farnir at raka hópin umframt, at Jákup B. Andreasen hevur leikbann. René S. Joensen fekk skaða í lærkrikanum við landsliðnum, og hann verður ikki við í dag. Hallur Hansson spældi ikki seinna landsdystin, men vit hava nú fingið upplýst, at tað var ikki tí, at hann ikki var tøkur. Hann væntast at spæla í dag. Tað sama væntast vinstri bakkurin, Robert Williams, sum kann fáa sínar fyrstu skrásettu minuttir fyri KÍ. Mads Boe Mikkelsen og Filip Brattbakk hava verið darvaðir av skaðum og eru ivasamir. Enn hevur eingin av argentisku leikarunum hjá KÍ spælt nakran minutt, men tað verður helst broytt í dag, har vit kunnu vænta, at onkur av teimum fær sínar fyrstu minuttir.

Hjá EB/Streymi verður møguleiki at síggja upp til fýra klaksvíkingar. Óli Ey. Poulsen, Símun Kalsø, Kristian S. Eliasen og Niels Pauli Danielsen eru allir partur av hópinum.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Rúni Gaardo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø