Lýsing
Lýsing
Lýsing

Móðurmálsdagur 2025, nýtt búmerki og aðalfundur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.03.2025 - 08:10 Tíðindaskriv

Annað árið á rað tóku Føroymál saman við feløgunum Málráðið, NÁM, Føroya Lesa, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Vencil stig til at hátíðarhalda móðurmálsdagin tann 25. mars.

 

 

 

Í fjør vóru vit í nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpið. “Tað sigur ikki seg sjálvt, at vit tosa føroyskt” var høvuðsevnið á degnum, har fleiri smærri framløgur vóru á skránni og tvær longri framløgur. Harumframt varð nýggja stavsetingarorðabókin løgd fram. 

Í ár vóru vit í Havn í Smæruni, har heitið á tiltakinum var “Tað viti vitlíki”. Eins í fjør vóru framløgur, drekka og ábit og tónleikur á skránni. Kári P. framførdu nøkur kend løg. Í steðginum varð borðreitt við ábiti frá Gómagott og drekka frá OY.

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, helt góða og viðkomandi røðu í sambandi við setan av tiltaki.

Fýra framløgurnar vóru á skránni. Ymiskar framløgur, sum kortini høvdu ein felags reyðan tráð: mál og tøkni.

Vencil løgdu fram um bókmentir og týðingar og tosaðu um etikkur og føroyskt mál, og høvdu nøkur dømi um týðingar gjørdar av rithøvundum og vitlíki.

Iben Nyholm Debes frá Máltøknideplinum vísti á vitlíki innan máltøkni, og hvar Føroyar eru í øllum hesum meldrinum – og hvat kann gerast fyri at betra um støðuna.

Tóri Slættalíð av Setrinum hevði framløgu um ymisk kjattmenni og hvørjir møguleikar eru – men eisini snávingarsteinar.

Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen frá SignWiki Føroyar høvdu framløgu um heimasíðuna hjá SignWiki Føroyar og vístu á, hvussu heimasíðan er skipað. 

Vit í Føroyamáli vilja saman við hinum stigtakaranum takka øllum, ið stukku inn á gólvið í Smæruni á Móðurmálsdegnum.

Eisini takka vit OY, sum stuðlaðu okkum við drekkivørum.

Loksins vilja vit takka Mariu Ziska úr Klaksvík, sum vann búmerkjakappingina og hevur sniðgivið nýggja búmerkið hjá Føroyamáli, sum eisini var avdúkað á móðurmálsdegnum. Maria fekk handað gávubrøv og blómutyssi frá forkvinnuni, og nýggja búmerkið verður nú almenna búmerkið hjá felagnum.

31. mars fer Føroyamál at hava árliga aðalfundin. Fundurin er frá klokkan 17.00-19.00 í YF-húsinum.

Skrá:

1. Val av orðstýrara og skrivara

2. Ársfrágreiðing

3. Roknskapur

4. Ásetan av limagjaldi og freist fyri inngjalding

5. Lógarbroytingar

6. Innkomin mál

7. Val av nevnd og grannskoðara

8. Ymiskt

Øll eru hjartaliga vælkomin

 

Við málkvøðu

Føroyamál

    

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mikudagin 2. apríl letur Norðoya Apotek…
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Fólka­tónleikur úr Brasiliu, Skotlandi, F…
Donald Trump vitjar í Klaksvík
Strandferðslan broytir prísbygnað og dag…
Ummæli av bókini “Heimsins Nalvi”
Løgmaður vísir stuðul til nýggja grønlen…
Hávur skipaði fyri barna­kapping í Klaksv…
Fyribils verður eingin samanlegging mill…
Ægir flest svimjarar til Oyggja­leikir
Hægri livialdur elvir til stórt høvuðbrý…
Heimildarfilmu­rin ”Kornvelting í Gásadal…
Føroya Symfoniorkestur framførir Veiða v…
Lands­stýris­kvinnan farin til Kina at und…
Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjó…
Løgmála­ráðið stuðlar 11 útoyggja­verkætla…
Hvørjir eru smakkir­nir?
Føroyskur kavari útbúgvin sum Kavaraleið…
Cruise Faroe Islands sett á stovn
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag aðalfund