Lýsing
Lýsing
Lýsing

Cruise Faroe Islands sett á stovn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2025 - 08:57 Tíðindi Vinna

Á stovnandi aðalfundi hósdagin 27. mars 2025, varð áhugafelagið Cruise Faroe Islands sett á stovn

 

 

Seinastu árini hava fleiri nýggj vinnurekandi og havnir leitað sær inn í cruise ferðavinnuna, og hava tey í felag luttikið á altjóða stevnum. Hetta samstarv hevur nú ført við sær, at stig er tikið til at savna øll í einum felagsskapi.

Endamál felagsins er at menna og miðla vitan um cruise ferðavinnuna í Føroyum. Felagið hevur somuleiðis til endamáls at savna øll, ið hava áhugað og virksemi innan hetta økið, og at fremja felags áhugamál og samstørv. Hetta fyri at tryggja, at cruise ferðavinnan framvegis fær ein týðandi leiklut í føroyska búskapinum.

Eitt av høvuðsmálunum hjá Cruise Faroe Islands er at virka fyri, at ferðavinnan verður burðardygg – bæði fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt. Felagið vil eisini tryggja, at limirnir fáa eina felags rødd í landsins ferðavinnupolitikki.

Felagið leggur stóran dent á samstarv við onnur áhugafeløg, myndugleikar og vinnulívið í Føroyum, við tí fyri eyga, at skapa støðugan og haldføran vøkstur innan cruise ferðavinnuna. Ætlanin er eisini at savna og miðla hagtøl, sum kunnu gagna bæði havnum og handils- og vinnulívinum.

Nevndin, sum varð vald á stovnandi aðalfundinum, er mannað við umboðum frá ymsum partum í vinnuni – tvey umboð frá havnunum og einum umboði frá ávikavist kunningarstovum, túrveitarum og agentum. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Magni Vatnhamar Mouritsen, Mouritsen’s Bussar – forfólk
  • Marjun Andreasardóttir, Klaksvíkar Havn – næstforfólk
  • Joan Torleivsdóttir, Tor Shipping – kassameistari
  • Magnus Pauli West, Kunningarstovan í Vági – skrivari
  • Hanus Mikkelsen, Tórshavnar Havn
     

Við hesum vil Cruise Faroe Islands virka fyri einari framkomnari og væl skipaðari cruise ferðavinnu, ið bæði gagnar ferðafólkunum og styrkir føroyska búskapin.

Felagið bjóðar havnum, visit- og kunningarstovum, agentum og túrveitarum at gerast limir og harvið gerast partur av menningini av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Hetta kann gerast, við at seta seg í samband við ein av nevndarlimunum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø