Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Symfoniorkestur framførir Veiða vind í Varpinum  

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2025 - 15:48 Mentan Tíðindi

Árligu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri verða í Varpinum og í Norðurlandahúsinum døgunum 5.-9. apríl. Hetta er fyrstu ferð symfoniorkestrið spælir konsert í Varpinum.

 

4.000 børn úr øllum Føroyum fáa høvi at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum.

Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen sigur frá ævintýrinum Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.

Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum øll hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. 

Almenna konsertin í Varpinum verður sunnudagin 6. apríl kl. 16.00.
Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

 

Komponistur: Kári Bæk
Søga: Rakel Helmsdal
Tekningar: Janus á Húsagarði

Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen

Dirigentur: Bernharður Wilkinson

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø