Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimildarfilmurin ”Kornvelting í Gásadali” tøkur at stroyma

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2025 - 15:51 Mentan Tíðindi

Stroymingarsíðan ”Danmark” på film gav herfyri út film um føroysk viðurskifti. Talan er um filmin Kornvelting i Gásadali frá 1986.

 

 

Filmurin snýr seg um, hvussu korn áður varð velt í Føroyum. Kornvelting helt púrasta uppat eftir 2. heimsbardaga, og í filminum eru tað bert nøkur heilt fá búnaðarfólk um 60 til 70-ára aldur, sum framvegis duga kynstrið, sum verður rópt ”reinavelting”. Hetta er ein serstakur og fysiskt sera krevjandi dyrkingarháttur. Í filminum verður komið inn á amboð og nýtsluna av teimum, serliga av hakanum, og komið verður eisini inn á, tá heystað verður.

Filmurin tikin upp í Gásadali í mai og oktober í 1986. Til ber at síggja og hoyra filmin við bæði dansktmæltum og føroysktmæltum frásagnarfólki:

Donsk frásøgn: https://www.danmarkpaafilm.dk/film/kornvelting-i-gasadali

Føroysk frásøgn: https://www.danmarkpaafilm.dk/film/kornvelting-i-gasadali-0

”Danmark på film” er ein ikki-vinnulig síða, sum fevnir um ný-talgildar dokumentarar, ferðafólkaupptøkur, reportasjur, lýsingarfilmar, eksperimentalfilmar v.m. frá øllum kongaríkinum, t.v.s. Danmark, Føroyum og Grønlandi, eins og at Ísland eisini er umboðað. Filmarnir spenna frá 1897 til 2018 og eru frítt atkomiligir. Í høvuðsheitum stava teir frá arkivinum hjá Filminstituttet, og í dag er talan um beint undir 3.100 filmar. Fleiri filmar leggjast alsamt afturat.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø