Lýsing
Lýsing
Lýsing
Donald Trump og Carla Sands. Carla Sands vitjaði sjálv í Klaksvík undir fyrru setuni hjá Trump (2016-2020) og sigst hava viðmælt forsetanum at vitja fiskivinnuhøvuðsstaðin. Søgan sigur tó onki um, hvørt hon verður við á hesum túrinum.

Donald Trump vitjar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.04.2025 - 07:30 Politikkur Tíðindaskriv

Vága Floghavn váttar, at tey hava fingið ein fyrispurning frá Hvítu Húsunum um at lata trý privatflogfør lenda í Vágum einaferð í summar. Talan verður tó ikki um Airforce One, men nakað minni flogfør. Endalig dagfesting er ikki ásett enn.

Á sínum egna sosiala miðili, TruthSocial, skrivar amerikanski forsetin, at hann er gjørdur varugur við, at bæði í Danmark og Grønlandi hava stór mótmæli verið ímóti amerikonskum vitjanum í Grønlandi, men at onki mótmælistiltak hevur verið í Føroyum, og hetta tekur hann sum tekin um, at amerikonsk hjávera er meira vælkomin í Føroyum enn í restini av ríkinum.

Orsøkin til, at valið fellur á júst Klaksvík, er, at fyrrverandi amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, hevur vitjað Klaksvík áður og hevur viðmælt forsetanum áhugaverd støð í býnum at vitja. Norðlýsið gjørdi samrøðu við Carlu Sands í 2020 og tá vónaði hon at fáa Donald Trump til Klaksvíkar og nú verður tað veruleiki.

Men eisini nevnir forsetin, at fiskiveiðiavtalan við Russland er ein orsøk:

– ”Á túrinum vilja vit fegin koma í samband við vinnulívsfólk ("great entrepreneurs") í Føroyum og lodda dýpið fyri, um vit kunnu bjóða teimum eina betri avtalu enn ta, tey hava við Putin”, sigur Donald Trump.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…