Lýsing
Lýsing
Lýsing
Carla Sands uttanfyri Norðlýsið í góðveðrinum í dag | Mynd: Oliver Joensen

Sands: Vónandi fæst Donald Trump til Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2020 - 22:33 Kykmynd Mentan Politikkur Tíðindi

Um Donald Trump vinnur forsetavalið, vónar amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands, at tað fer at eydnast at fáa hann at vitja bæði Danmark og Føroyar. Hon kundi sjálvsagt ikki lova nakað, men tað hevði verið nakað, hon gleðiliga vildi sæð ført út í lívið.

Í samrøðuni, sum Norðlýsið hevði við amerikonsku sendikvinnuna, varð sjálvsagt komið inn á tilboðið frá amerikanska forsetanum um at keypa Grønland frá Danmark. Hetta var púra óhoyrt í Grønlandi og Føroyum, men søguliga er tað ikki óhoyrt í hvørki USA ella Danmark. Fyri bert 103 árum síðani seldi Danmark vestindisku oyggjarnar til júst USA, og USA hevur eisini keypt fleiri risastór landaøki, til dømis Louisiana og Alaska. Men tað er greitt, at føroyingar og grønlendingar ikki tosa sama mál sum amerikanarar tí viðvíkjandi.

Carla Sands greiddi frá, at Donald Trump er vanur við at selja fastogn frá sínum privata lívi. “He’s a real estate mogul”, segði hon orðarætt, og helt at Trump helt seg hava fingið eyga á ein góðan handil. Hon legði upp til, at tað var meira natúrligt, at Grønland hoyrdi til Norðuramerika enn Europa, tí landafrøðiliga liggur Grønland á amerikanska kontinentinum, hóast tað politiskt er í ríkisfelagsskapi við Danmark.

USA vil fegið hjálpa til í okkara øki, og ítøkiliga nevndi Carla Sands respiratorarnir, sum forsetin hevði álagt bilafyritøkum at gera eina rúgvu av, og sum USA hevði sent til lond, ið vantaðu respiratorar. At USA til tíðir virkar protektionistiskt og nationalistiskt metti sendikvinnan vera neyðugt, og hetta undirbygdi hon við ítøkiligum dømum, so sum at múrurin móti Mexico skuldi halda fólki úti, sum vórðu landsforvíst vegna kriminalitet

 

Sí samrøðuna niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…