Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom til verka saman við altjóða sjálvbodnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.04.2025 - 10:14 Tíðindaskriv

Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 1-3 ma

 

 

Átakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt sjeyndu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.

Altjóða hevur átakið vakt miklan ans og hvørt ár eru túsund tals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu meiri enn 15.000 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

 

 

Arbeiði fer sum undanfarin ár at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi. Til dømis verður ein verkætlan á Koltri, har vit saman við Tjóðsavninum fara at endurskapa víðagitna Eiðisdammin, ein onnur verkætlan verður við Gjógv, har gøtan út móti trappuni á Ovaranasa treingir til at vera gjørd og ein triðja verkætlan verður í Leynum, har bygdagøtan verður umvæld og drenað. Tær 9 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er hósdagin 17. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum