Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mjølnir kvinnurnar byrja Bónuskappingina nú kl. 19 | Mynd: Oliver Joensen

Bónus steypakappingin byrjar í kvøld

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  01.04.2025 - 18:24 Ítrottur Tíðindi

Fyrsti dystur er í kvøld kl. 19 hjá kvinnum millum nýklakta føroyameistaran Fleyr og Mjølnir

 

Hetta er ikki ein apríl-søga!

1. apríl 1980 varð Flogbóltssamband Føroya stovnað.

1. apríl 25 ár seinni er eisini dagurin, tá lagt verður til brots við Bónus-steypakappingini 2025.

Fyrsti dystur er í kvøld kl. 19 hjá kvinnum millum nýklakta føroyameistaran Fleyr og Mjølnir. Síðan verður spælt hvønn tann einasta dag - hjá bæði kvinnum og monnum - heilt fram til týsdagin 15. apríl við einasta undantaki mánadagin 14. apríl, tá eingin dystur er.
Hálvfinalurnar verða spældar á Giljanesi leygardagin 19. apríl.
Finalurnar verða spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi leygardagin 26. apríl.

Hjá kvinnum er tveir bólkar í innleiðandi kappingini. Í bólki 1 eru SÍ, TB og KÍF. Í bólki 2 eru Dráttur, Fleyr, Mjølnir og so Ternan, sum annars spælir í næstbestu deildini. Tvey tey liðini bestu úr hvørjum bólki halda fram í kappingini, har nr. 1 spælir ímóti nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinalunum.

Hjá monnum eru tað tey fimm liðini í Polestar-deildini, Mjølnir, SÍ, Fleyr, ÍF og Ternan, sum kappast um tey fýra plássini í hálvfinalunum í Bónus steypakappingin, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

 

Dystarskráin fyri Bónus steypakappingina:

Kvinnur:

Bólkur 1:
05/04 SÍ – TB
09/04 KÍF – SÍ
13/04 TB – KÍF

Bólkur 2:
01/04 Fleyr – Mjølnir kl. 19:00
02/04 Dráttur – Ternan kl. 19:00
05/04 Mjølnir – Dráttur kl. 19:00
06/04 Fleyr – Ternan kl. 13:00
12/04 Dráttur – Fleyr kl. 13:00
12/04 Ternan – Mjølnir kl. 16:00

Menn:
03/04 Fleyr – SÍ kl. 19:00
04/04 Mjølnir – Ternan kl. 19:30
05/04 Fleyr – ÍF kl. 13:00
07/04 Mjølnir – Fleyr kl. 19:00
08/04 SÍ – ÍF kl. 19:00
10/04 ÍF – Mjølnir kl. 19:00
11/04 Ternan – Fleyr kl. 19:00
13/04 SÍ – Mjølnir kl. 13:00
13/04 ÍF – Ternan kl. 19:00
15/04 Ternan – SÍ kl. 19:00

19/04 Hálvfinalur
26/04 Finalur

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø