Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurtaka Pop-up kaféina í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  03.04.2025 - 11:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein yvirraskandi succes hjá næmingunum á matvøruútbúgvingini á TSK í Varpinum í góðveðrinum í gjár við hópin av blíðum og nøgdum gestum.

Tí er avrátt, at tey fara at endurtaka væleydnaðu Pop-up kaféina í Varpinum í dag afturat, hódsagin 3. apríl, kl. 10 - 14. 

Tey lærdu so nógv í hesum spennandi køki, sum kann so nógv og hevur matstovuloyvi. Tí vilja næmingarnir í sambandi við, at tey á matvøruútbúgvingini eisini skulu royna seg í at manna, røkja og skipa teirra egnu fyritøku, sleppa at endurroyna bragdið frá í gjár, ið eydnaðist so væl.


Tí gleða tey seg til at bjóða tær ein bíligan bita í Varpinum í morgin. Tað hevði verið gott um tit høvdu tímað at stuðlað teimum, við at stokkið inn gólvið í dag - har veðrið sær út til at spæla við eisini.
 
Matskráin er spennandi og annarleiðis, við suppu, føroyskum viðskera, tvíflís (glutenfrítt), kjøtspjót, salat, tartelettir, BMO og søtt afturvið drekkamunni, sum tertir, ísar og gularótakøka, alt heimagjørt og fyri ein lagaligan kostnað! 
 
Kom og støkk inná gólvið í Varpinum, í dag - hósdagin 3. apríl kl. 10 - 14! 

Kl. 10 bolli við viðskera afturvið og te ella kaffi.

Kl. 12 tann stóra miðmálsskráin.

Kom og stuðla hesum røsku og skilagóðu næmingum og lærarum teirra - hósdagin 3. apríl, kl. 10 - 14.

Vit siggjast!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø