Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónsaldurin hækkar ikki fyri tey sum hava arbeitt alt lívið

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  08.04.2025 - 13:31 Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í Almanna- og Mentamálum hevur verið í Tinginum við einum lógaruppskoti um pensjónsaldur fyri tey, sum hava arbeitt síðani tey vórðu liðug í framhaldsdeild í fólkaskúlanum

 

 

Undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum um pensjónsaldur, vístu fleiri fleiri á, at vit eiga at gera broytingar soleiðis, at tey sum altíð hava arbeitt kunnu fara á pensjón fyrr.

Landsstýrismaðurin var ein av teimum sum gjørdi hetta greitt, og hevur nú orðað eitt lógaruppskot í samráð við samgonguumboðini í Trivnaðarnevndini og leiðslunum í samgonguflokkunum.
Uppskotið tekur við hesum hædd fyri teimum sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum síðani tey vóru 16-19 ára gomul.

Uppskotið tryggjar teimum pensjón, ið hava havt í minsta lagi eitt hálvtíðarstarv í 50 ár. Tey sum áhaldandi hava arbeitt síðani tey vóru 16 ára gomul kunnu fara á pensjón sum 66 ára gomul, 68 ára gomul, um tey hava arbeitt síðani tey vóru 18 ár osfr.

Hædd verður tikin fyri, at kvinnur hava verið í barnsburðarfarloyvi. Hóast barnsburðarfarloyvistíðin var væl styttri enn hon er í dag, verður fyri hvørt barni roknað við at kvinnan hevur verið av arbeiðsmarknaðinum í eitt heilt ár. Hædd verður somuleiðis tikin fyri skjalfestum barnsburðarfarloyvi annars, arbeiðsloysi, sjúkrafráveru og líknandi.

Hetta lógaruppskotið kemur í gildi tá pensjónsaldurin í 2035 er 70 ár.
Tá kunnu tey sum hava arbeitt síðani tey vóru 16 ár ella eldri fara á pensjón aftaná 50 ár á arbeiðsmarknaðinum.

Í 2018 samtykti Løgtingið at pensjónsaldurin tann 1 juli 2024 skuldi hækka við hálvum ári og aftur við hálvum ári 1 juli í 2030. Tað vil siga, at í 2030 er pensjónsaldurin 68 ár. Eisini varð samtykt, at Løgtingið bert kann hækka pensjónsaldurin við hálvum ári fyri hvørt fimta ár.

Í uppskotinum, ið Sirið Stenberg, fyrrvernandi landsstýriskvinna í Almannamálum bar í Tingið fyri jól, hækkar pensjónsaldurin við einum ársfjórðingi um árið. Fyrstu ferð í 2035, tá pensjónsaldurin hækkar til 68 ár og 3 mánaðir, og seinastuferð í 2042, tá pensjónsaldurin hækkar til 70 ár

Avgerðin   um,   at   pensjónsaldurin   skal   hækka,   er   tikin   við   støði   í framrokningum av væntaða livialdrinum hjá 67 ára gomlum føroyingum.

Nú fær Løgtingið møguleikan at viðgera uppskotið um Tíðartreytaða pensjón.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø