Lýsing
Lýsing
Lýsing

BYRTA í staðin fyri Søren Huus

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2025 - 15:16 Mentan Tíðindi

Søren Huus hevur tíverri givið avboð til OY Voxbotn 2025. Hann harmast, men hevur lovað fyriskiparunum, at hann kemur at framføra til OY Voxbotn 2026. Hóast hetta órógvar skránna, so er avloysarin longu funnin. Og avloysarin er ikki hvør sum helst

 

Vit eru fegin um at kunngera, at BYRTA kemur at framføra á OY Voxbotn 28. juni. BYRTA er ein sannur puplikumsfavorittur í Føroyum. Har BYRTA spælir, har er sonn veitsla, og í summar framføra tey bara á einum konserttiltakið, OY Voxbotn. 

BYRTA er søgan um tvey ólík listafólk, sum finna saman og skapa nakað heilt serligt. Janus Rasmussen er tiltikin innan føroyskan og íslendskan popptónleik, og kanska er tað ikki ov nógv sagt, at Janus ofta verður settur í samband við elektrotónleik. Guðrið Hansdóttir er heilt annað slag av upprunatónleikara, sum vit helst seta í samband við meira aukustiskan singer/songwriter tónleik. Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av hægstu góðsku. 

Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar. Øll løg teirra eru føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY Voxbotn 2025.

 

Gylta løtan í OY 

Ársins konsert. So avgjørd vóru fleiri, aftaná tvær útseldar BYRTA konsertir í OY í februar mánaða. Eftir at hava verið kvirr í rúma tíð, framførdu tey eina sanna tónlistarliga maktdemonstratión, tá hittini vóru blást út millum mongu gestirnar, til hesa dupultkonsert. Tey framførdu ikki bara tey stóru BYRTA løgini so sum “Loyndarmál”, “Í tínum eygum” “Norðlýsið” og hini, men tey spældu eisini eina superproduktión av 80ara gimsteininum “Stjørnuskot”, og tá gekk salurin bananas! Plúmmklassiskarin livur so sanniliga enn.

Hetta boðar frá, at konsertin í OY Voxbotn verður tónlistalig ekstasa. 

 

Nú er at skunda sær

OY Voxbotn verður risastórt í ár, helst tað størsta nakrantíð. Í fjør setti konsertdagurin met, og alt bendir á, at metið verður tikið aftur í ár.

Atgongumerki fáast í Marknaðardeildini í SMS, á Effo støðunum kring landið og á ebillett.fo fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld. 

 

OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø