Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinir spyr um ferjuleguna á Syðradali

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  09.04.2025 - 12:01 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag eru munnligir fyrispurningar á skránni í løgtinginum, og í tí sambandi hevur Beinir Johannesen sett fram ein fyrispurning um arbeiði á ferjuleguni í Syðradali.

 

Spurningurin er til Jóhan Christiansen, landsstýrismann, og er soljóðandi:

Spurningar:

1. Hví er arbeiðið við at flyta rampuna á ferjuleguni á Syðradali ikki farið í gongd enn?

2. Nær væntast arbeiðið at fara í gongd?

3. Væntar man enn, at arbeiðið kann fremjast innan verandi játtan?

 

Viðmerkingar:

Á heysti í fjør bleiv eykajáttanarløgtingslóg løgd fyri Løgtingið, ið bleiv samtykt í november mánaði. Í tí eykajáttanini blivu 7,7 mió. kr. játtaðar til arbeiðið at flyta rampuna í Skopun til Syðradals. Hetta arbeiði skal gerast, so Teistin kann røkja farleiðina til Kalsoynna.

Hóast tað bleiv játtað í hesari eykajáttanini, so er onki hent hesum viðvíkjandi, nú vit eru komin til apríl mánað. Tað tykist undarligt, at neyðugt var at fáa eina eykajáttan í heyst, tá arbeiðið ikki er byrjað enn, nú vit nærkast summarinum.

1.mai byrjar summarsiglingin til Kalsoynna, og eru tað nógv ferðafólk, ið hvørt ár fara út í Kalsoynna at vitja. Í tí sambandi er vert at vita hjá íbúgvum, vinnuaktørum og øðrum, hvat støðan er hesum viðvíkjandi. Kann man vænta, at arbeiðið fer at byrja skjótt, og nær byrjar Teistin sína sigling á Kalsoyarleiðini?

Undir viðgerðini í heyst blivu spurningar reistir, um játtanin var nóg stór at fremja arbeiðið, og tá varð sagt, at arbeiðið kundi blíva gjørt innan verandi játtan. Nú eru vit í einum nýggjum fíggjarári, og tí reisist tann spurningurin aftur, um arbeiðið kann fremjast innan verandi játtan.

Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.

 

Á løgtingi, 9.apríl 2025

Beinir Johannesen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø