Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myrkir og tungir tónar úr Danmark á Skála

SKRIVAÐ: Gorilla Undirgrundin  |  09.04.2025 - 15:25 Mentan Tíðindi

Svartmálmsbólkurin HEXIS eru á síni 15 árs jubileum konsertferð, har teir spæla 45 konsertir upp á 57 dagar. Ein av hesum konsertunum er á loftinum hjá El-Service í Skála.

 

HEXIS kom fram í Danmark í 2010, við einum punk og hardcore anda. Bólkurin er sjálvgjørdur og sjálvlærdur, við tí í huga at teir sjálvir standa við allari fyriskipan og bókingum, sum hevur ført bólkin kring heimin. Við yvir 1100 framførslum úr Føroyum til Nýsælands og úr Kuba til Mongolia undir beltinum, hevur Hexis verið besta dømið upp á hvat ein hart arbeiðandi og harðrendandi bólkur far frá hondum.


Við at sameina øðina í hardcore punkinum og myrkrið í svartmálminum, við nøkrum bitum av sludge málminum, hava HEXIS gjørt tríggjar heildarútgávur, "Abalam" (2014), "Tando Ashanti" (2017) og 'Aeternum' (2022), umframt ørgrynnan av EP’um og split útgávum. Tónleikararnir handan HEXIS eru um alt Evropa og hava fingið rós, bæði fyri sínar einastandandi útgávur, men fyrst og fremst fyri teirra hartrakandi og livandi framførslum, sum hava ført teir á stórar festivalar eitt nú Roskilde Festival, Copenhell, Bloodstock Open Air, Roadburn Festival og Damnation Festival.


At upphita koma teir føroysku Necrolepsia. Við síni svørtu og hvítu andlistmáling (sokallað “corpse paint”) framføra teir black ‘n’ roll, ein blanding av svartmálmi og hørðum rokki. Bólkurin útgáv í august 2024 sína frum heildarútgávu, Mørke Makter. Tekstirnir taka íblástur frá siðbundnum skriftstøðum, yrkingunum hjá William Heinesen, og søgur um tey livandi deyðu.


Tiltakið verður á Bryggjan 15, Skála, á loftinum í El-Service.
Atongumerkir kunnu keypast her: https://gorilla.atgongumerki.fo/webshop/event/2977224/order/main
G.g. har er eingin elevator.


Gorilla Undirgrundin skipar fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø