Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vilt tú tekna okkara maskott?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2025 - 15:28 Ítrottur Tíðindi

Hvussu heldur tú, at ein maskottur á oyggjaleikum sær út? Betri Oyggjaleikir skulu hava ein maskott, og vit bjóða øllum at vera við í teknikappingini

 

Okkara maskottur kann vera eitt djór, ein skapningur, eitt fólk, ein vera, ein blóma ella okkurt heilt, heilt annað. Títt hugflog setur markið. Sama hvat, so er maskotturin góður við ítrótt og við Føroyar.

Vit ímynda okkum ein maskott, sum er fittur, blíður, vinaligur, kerur, søtur, lívligur, stuttligur, íðin, eldhugaður. Harafturat elskar maskotturin at vera millum fólk, at íðka, kappast, ítrótt, stuttleika, børn, gestir, fríska luft, oyggjar, hav, ymiskt veðurlag og ikki minst - oyggjaleikir!

Maskotturin fer á ferð í Føroyum at hitta børn, siga børnum søgur og tosa við tey um ítrótt, og hvør veit, um maskotturin ikki eisini fer at íðka ítrótt saman við børnunum?

Vit bjóða øllum, sum hava hug at royna seg, at vera við. Tekna títt uppskot til ein maskott til Betri Oyggjaleikir, sum eru í Føroyum í juli 2027.

 

Soleiðis gert tú:

Tekna títt uppskot, gev maskottinum navn og set tekning og navn á eitt pappír fyri seg. Set síðan títt navn, tlf-nummar og tín bústað á eitt annað pappír og send okkum alt í einum brævbjálva, sum er frámerktur: Maskottur.

 

Send brævbjálvan við postinum til:

Betri Oyggjaleikir 2027

Eystara Bryggja 30

FO-100  Tórshavn

ella

Krøk skjalið upp í ein t-post, har tú upplýsir títt navn, tlf-nummar og tín bústað og send til maskottur@faroeislands27.fo

Freistin at senda er mikudagin 7/5-2025 á midnátt.

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu tekningarnar. Dómsnevndin tilskilar sær rættin til at gera smærri tillagingar ella broytingar - og til onga tekning at velja.

Vinnandi uppskotið fær ein spennandi gávupakka frá samstørvum okkara:

Betri, SMS, Bakkafrost, Raska MBM, Smyril Line og Atlantsflog.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø