Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væl nøgdir við úrslitið

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  09.04.2025 - 23:04 Tíðindi

Markus, Bartal og Jónatan hava verið glaðir fyri arbeiðið í smíð. Nú er hetta skeiðið liðugt, og aftaná páskir skulu teir skifta til annað.

 

Tað er í lærugreinum sum hesari, at næmingar, sum hava evnir og vilja royna seg, veruliga fáa roynt síni skapandi evni og møguleika at koma í flow, sum vit plaga at siga. At koma í flow er at gloyma tíð og stað, tí okkum dámar so væl tað, sum vit eru í gongd við.

Dugnaligu dreingirnir í 5. flokki hava gjørt ein stóran trolara, og tit síggja, at teir hava hugsað um tey grundleggjandi amboðini ein trolari hevur fyri at kunna fiska og fáa fongin innanborða. 

Tað kann vera, at onkur av teimum eigur størri part í handverkinum, men teir hava verið saman um arbeiðið og hjálpt at við at fáa úrslitið so gott.

Tað er stuttligt at arbeiða við hondunum og at brúka og menna motoriskar førleikar, sum vit øll hava brúk fyri.

Kann hugsast, at hesir dreingirnir eiga ein dreym í sær um ein dag í framtíðini at føra eitt stórt fiskiskip sum hetta.

Livst, so spyrst!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø