Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Gloymda ella horvna oyggin

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  10.04.2025 - 19:27 Lesarabrøv Politikkur

Mær vitandi liggur Sandoyggjin enn á sama staði, sum hon hevur ligið i øldir. Men suðuroyingar hava eftir øllum at døma mist oynna burtur! Tí hóast tað nú er koyrandi hálvan vegin av Streymoynni til Suðuroyar, so ynskja suðuroyingar ikki at gera sær dælt av hesum, meðan bíðað verður eftur Suðuroyartunnlinum, og teir soleiðis kunnu spara samfelagnum hópin av milliónum, meðan tunnilin er í umbúna.

 

 

Eitt framskygt Løgting hevði skipað fyri rutusambandi summarhálvuna umvegis Sandoynna, so skjótt sum Sandoyartunnilin varð latin upp. Soleiðis kundi Smyril fingið frið til alt viðlíkahald um summarið í Føroyum. Samstundis slapst undan at leiga dýr og mangan óhóskandi avloysaraskip. Smyril kundi so siglt av landinum til umvælingar/eftirlit undir vatnganginum, inntil dokkin á Skála einaferð er liðug.

Eitt framskygt Løgting hevði longt Teistan nakrar metrar, so hann var til reiðar at fara í summarsiglingina millum Sandoynna og Suðuroynna ta løtuna, Sandoyartunnilin læt upp. Men nei! Framskygni og leiðsla tykjast ikki at vera eitt eyðkenni fyri Løgtingið, sum hýkur undir lappaloysnum. Um Teistin soleiðis kundi siglt einar fimm ella seks túrar um dagin millum Suðuroynna og Sandoynna, so hevði hann havt somu ella størri flutningsorku, enn Smyril hevur í dag. Og ein bókingarskipan fyri akfør átti at forðað fyri langari bíðitíð í báðum endum.

Eitt minni skip hevði nýtt minni orku og minni manning, hóast arbeiðsdagarnar høvdu blivið longri. Tað bar til hjá Teistanum at sigla mangar túrar um dagin millum Skopun og Gomlurætt, tann tíð tað var. Og hvør veit, kanska kundi hendan summarrutan givið yvirskot til ein nýggjan tunnil, heldur enn núverandi árliga undirskotið á Suðuroyarleiðini. Táð mátti eisini verið ólíka lagaligari at havt samband norðureftir fimm-seks ferðir um samdøgrið í summarhálvuni.

Men suðuroyingar og løgtingsfólk hava eftir øllum at døma slettað Sandoynna úr síni tilvitan, saman við tí veruleika, at tað nú er koyrandi nærum hálvan vegin av Streymoynni til Suðuroyar. Evnið kann ikki diskuterast. Tað er tabu. Syðstu íbúgvar landsins hava eftir øllum at døma trýst á "delete"-knøttin, hvat Sandoynni viðvíkir. Og hóast her eru nógvir pengar at spara, meðan bíðað verður eftir tunlinum, og Sandoyartunnilin samstundis kann vinna nøkur eyka oyru afturat orsakað av summarferðsluni til og úr Suðuroy.

Tá undirritaði fyri skjótt fjórðingsøld síðani fór at skriva í Norðlýsinum um ferðsluljós í tunlunum norður um Fjall, bleiv hetta kallað ørskapur, burtur úr vón og viti og ómøguligt. Tey søgdu, at undirritaði hevði ikki skil fyri slíkum, tí eg var ikki vanur við at koyra gjøgnum tunlar. Men tey fýra árini eg arbeiddi framvið ánni Themsen, koyrdi eg dagliga gjøgnum tunlar, og har nýttu tey ferðsluljós, tá vandamikið tilfar bleiv flutt gjøgnum tunlarnar. Tað bar væl til, og har búðu fleiri milliónir fólk hvørju megin tunlarnar. 

Vanahugsan darvaði føroyingum í øldir. Satt at siga trúði eg, at við øllum teimum risa framstigum, ið eru farin fram í oyggjunum seinastu árini, so høvdu føroyingar slept vanahugsanarokinum með alla. Men tá man kan loypa Sandoynna um á alljósum degi við øllum teimum møguleikum, har eru fyri eina orkusparandi og krónusparandi summarleið millum Suðuroynna og Miðføroyar, so er mangt, ið bendir á, at afturhaldni og miðaldarlyndið enn spøkir millum oyggjabúgvarnar. Dirvi til at royna nýggjar leiðir hevur annars bjargað Føroyum – hví ikki eisini suðuroyarleiðini?

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Dystar­veðrið KÍ - HB
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!
Karla Dánjalsson 95 ár
Lok lagt á Hotellið
Góðir dagar í Víkunum við Jógvan Páll La…
KÍ dømt at tapa 3-0
Norð­oyggjar hava brúk fyri Norð­lýsinum
KÍ-HB í toppdysti skírisdag
Keypa Jupiter fyri at fáa fatur á fleiri…
Høgni vinnur alt!
Rani: Favorittar­nir eru farnir avstað
Norðlýsið 110 ár: Øll eru vælkomin í føð…
Fyri okkara skyld eiga vit at styrkja fø…
Sáttmáli um út- og umbygging av skúlanum…