Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundur og nýggj nevnd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2025 - 14:16 Tíðindi Vinna

Hósdagin tann 10. apríl. varð ársaðalfundurin hildin í Íverksetarahúsinum.

 

Fundurin byrjaði við at bjóða tveimum nýggjum nevdnarlimun, Jákup Lamhauge og David Im vælkomnum í nevndina.

Jákup Lamhauge er nýggjur nevndarformaður, og umboðar Vinnuframaskipanina og David Im er komin í nevndina fyri Klaksvíkar Kommunu. Harumframt situr Rógvi Róin, stjóri í fyritøkuni Petur Larsen í nevndini.

Jákup Lamhauge, formaður legði formansfrágreiðingina fram fyri 2024.

Í formansfrágreiðingini bleiv millum annað lagdur dentur á tann stóra tydningin íverksetan hevur fyri at skapa eitt fjølbroytt, livandi og sterkt samfelag.

Vit síggja stórar samfelagsligar broytingar, bæði í Føroyum og um allan heim, sum gera, at tørvurin á nýhugsan, menning og nýggjum arbeiðsplássum bara veksur.

Íverksetanarhúsið hevur eina lykla uppgávu í hesum arbeiði – at skapa sterkar og tryggar karmar fyri íverksetan. Hetta arbeiðið hevur ongantíð verið meira týdningarmikið enn nú.

Seinnu árini er íverksetan vorðin nógv meir sjónlig í føroyska samfelagnum, og við tiltøkum og øðrum virksemi hevur Íverksetanarhúsið verið ein drívmegi í hesi framgongd.

Vit koma ongantíð heilt á mál – men eitt gott mál kundi verið, at vit miða eftir at skapa íverksetanarkarmar per íbúgva, ið eru millum teir bestu í heiminum.

Kjarnuuppgávurnar hjá Íverksetarahúsinum er at veita ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan, umframt at skipa fyri tiltøkum og hýsa íverksetarum.

Arbeitt verður áhaldandi við at menna tænasturnar hjá Íverksetarahúsinum, og at skapa ein góðan trivnað hjá teimum, ið hava sína gongd í húsinum.

Endamálið við hesum er eisini at skapa áhuga og góða umrøðu millum føroyskar íverksetarar, soleiðis at fleiri venda sær til okkara um ráð og at leiga arbeiðsstað.

Nevndin og leiðslan ynskja í felag at byggja víðari uppá tær royndir, tey hava gjørt í 2024.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø