Lýsing
Lýsing
HB hevur kært KÍ
HB hevur sent kæru inn til FSF um, at KÍ brúkti leikara í kappingini um løgmanssteypið frá byrjan, sum sama leikumfar spældi frá byrjan í dysti í 1.deild, skrivar bolt.fo
Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, váttar fyri bolt.fo, at HB hevur sent kæru inn til FSF. Kærufreistin er á fimm dagar og er tí ikki farin. Har vísir HB til dømi frá 2022, har B36 var dømt at tapa dyst móti B68, tí ein leikari hevði spælt tríggjar dystir sama leikumfar. Har fall revsingin í síðsta dystinum. Sí meir um tað málið HER
Tað veit bolt.fo at siga.
Seinastu tíðindini