Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í morgin byrjar FM fyri einstaklingar 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2025 - 15:30 Ítrottur Tíðindi

Fyrsta umfar verður telvað í morgin leygardagin klokkan 14:00 uppi á Skúlatrøð

 

Kappingin hevur tilsamans 42 luttakarar.

Í Landsliðsbólkinum luttaka átta telvarar við Høgna Egilstoft sum rating favoritti við einum styrkistali uppá 2374.

Men beint aftanfyri Høgna er sitandi føroyameistarin Luitjen Akselsson, við styrkitalinum 2326. Vit minnast at Luitjen endaði í einum umdysti í fjør ímóti bæði Høgna og Rógva, sum í fleiri ár hava dominerað føroyska telving. Men 2024 gjørdist árið hjá Luitjen, har hann vann báðar Egilstoft brøðurnar og FM tittulin.

190 ratingstig aftanfyri kemur so Hans Kristian Simonsen. Tað var hann, sum á sinni vann á Kasparov í simultantalvi í 2001. Mangan hevur telvingin hjá Hans Kristiani glógvað, men tey seinastu árini hava úrslitini verið eitt sindur ójøvn. Men hann liggur á einum styrkitali uppá 2136, sum á pappírinum gevur honum bronsu í ársins kapping.

Aftanfyri Hans Kristian kemur sterki unglingatelvarin úr Havnar Talvfelag Elias Petersen. Seinastu tvey árini hevur hann arbeitt seg upp á eitt styrkital uppá 2043 og sum við so mongum ungum telvarum, so kann alt henda, tá teir melda seg inn á banan.

Honum á baki kemur veteranurin Haldur Suni Johansen, sum hevur haft eitt gott kappingar ár við javnleikum móti eitt nú Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft. Haldur er lendur á einum styrkitali uppá 2029 og tað verður spennandi at fylgja við, um hansara góði stimi frá liðkappingini kann halda fram.

Síðani kemur Heðin Gregersen, sum javnt og samt hevur klárað seg væl í liðkappingini fyri fyrsta lið hjá KTF. Heðin hevur eitt styrkital uppá 2000 ratingstig.

Síðani kemur enn ein veteranur, Wille Olsen. Hann er næstniðastur í ársins Landsliðsbólki við 1965 rating stigum.

Petur Gardar Magnussen hevur fingið tað seinasta plássi við 1862 rating stigum. Sigast má, at hetta ikki er tann sterkasti Landsliðbólkurin, men vit síggja longu fleiri spennandi uppgerðir í tí samlaðu kappingini.

Fyrst og fremst eru tað Høgni og Luitjen. Vinnur Luitjen alt og øll og strýkur avstað við sínum næsta FM tittuli, ella fer Høgni at revansjera tapið frá seinastu FM kapping. Tað er ein stórur spurningur.

Og hvussu fer at vera í miðjuni av kappingini? Fer Hans Kristian at dominera, ella verður tað ein harður kampur í millum Hans Kristian, Elias, Haldur Suna og Heðin?

Og hvat fara Wille og Petur Gardar at ætla sær.

Kunnu Hans Kristian og Haldur Suni fara at spolera spælið hjá ratingfavorittunum, og hvat kann Elias, sum er ein unglingi á veg fram, hava í ermuni í eini slíkari kapping.

Ársins FM kapping hevur eisini átta spælarar í 1. bólki, 12 í almenna bólkinum og 14 luttakarar í unglingabólkinum.

Um fleiri tekna seg, so verður eisini ein styttri vetarankapping skírisdag og langafríggjadag.

Telvað verður frá í morgin leygardagin og fram til og við langafríggjadag. Nú leygardagin og sunnudagin og hósdagin og fríggjadagin verður byrjað klokkan 14:00, meðan mánadagin, týsdagin og mikudagin verður byrjað klokkan 17:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið at fylgja við hvussu leikur fer.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Open Doors veitir minnilutum hjálp í M…
Jógvan Páll Lassen vitjar Hugna
Løgreglan: Vestmanna­vegu­rin stongur
Konfirmantar játtaðu sín dóp
Frítt læknaval og heilsuøkið
Hvør verður føroyameistari?
Myndarøð: KÍ - Víkingur 2-0
KÍ vann tryggan sigur
KÍ kvinnur­nar taptu 1-2 ímóti NSÍ
Parasport Føroyar og Hotel Hafnia /­ Hote…
Avtalaður samleiki í øðrvísi herseting?
Í dag verður toppdystur í bestu kvinnude…
Hetta var ikki gamalt…
Upptakt: KÍ-Víkingur
83 milliónir til limakrónur og stuðul
DJ Ötzi á Summar Festival
Nýtt Whisky
Í morgin byrjar FM fyri einstakl­ingar 20…
KÍ: Super Saturday skal fagnast