Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kanna hugburð til barnakoppseting

SKRIVAÐ: Heilsustýrið  |  14.04.2025 - 10:24 Tíðindaskriv

Ábendingar eru um, at alt færri børn í Føroyum verða koppsett sambært tilmælunum í barnakoppsetingarætlanini. Heilsustýrið fer nú at kanna, hví so er.

 

Koppseting er millum munadyggastu amboð, vit hava, til at fyribyrgja smittusjúkum, og barnakoppseting hevur havt avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna kring allan heimin, tí hon verjir einstaklingin og minkar samstundis um smittubreiðsluna. Heilsustýrið fer nú at kanna orsøkina til lækkandi undirtøkuna fyri barnakoppseting, og sum liður í hesum verður ein hugburðskanning nú gjørd.

Øll foreldur at børnum undir 6 ár fáa í hesum døgum innbjóðing sendandi í Vanganum um at luttaka í eini spurnakanning um hugburð til barnakoppseting. Málið er at kanna, hvønn hugburð foreldur í Føroyum hava til at koppseta síni børn.

Spurningarnir í kanningini snúgva seg í høvuðsheitum um hugburð og álit, og væntandi fáast ábendingar um møgulig ivamál ella forðingar, foreldur hava viðvíkjandi barnakoppseting. Úrslitini frá kanningini verða brúkt til at gera greiningar, sum ætlandi kunnu brúkast sum grundarlag í arbeiðinum at kunna um barnakoppseting. Líknandi kanningar verða javnan gjørdar kring heimin.

Hagfrøðisliga virðið á kanningini er knýtt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini. Umráðandi er eisini at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði mammur og pápar luttaka. Heilsustýrið heitir tí á øll, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl í móti kanningini og geva sítt íkast við at svara. Tað tekur umleið fimm minuttir at svara.

 

Barnakoppseting

Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur, t.d. tey, ið eru ov sjúk at verða koppsett, og nýføðingar. Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum hevur til endamáls at verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum við at koppseta tey eftir einum tilmældum leisti. Mælt verður til, at barnið fær fyrstu koppsetingina, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt.

Les meira um Barnakoppseting.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár