Høgni Egilstoft Capablanca?
Um eingin skalar Høgna og Luitjen í morgin, so kann kappingin fara í tvey
Ja, so kenna vit Høgna aftur. Petur Gardar flytur 1. e4. Høgni svarar 1... a6! og vit hava eitt langt kamptalv fyri framman, sum ikki skal enda við javnleiki. Høgni endaði við tí tiltikna bispaparinum, og frá tá av var tað næstan sum at síggja endatalvs teknikkin hjá sjálvum Capabalnca. Við einføldum snildum fekk Høgni lirka finnustøðuna hjá Petur upp og tá avtornaði hevði hann tvær finnur meira og Petur valdi at leggja kong. Við sigrinum í dag hevur høgni sligið sína favoritstøðu púra fasta. Trý stig eftir trý umfør og 100 prosent skora. Tað er nú givið, at Høgni fer eftir teimum øllum!
Við sínum sigri í dag liggur Luitjen nú í hølunum á Høgna. Talan var um eitt super skarpt talv, har báðir partar lupu á av øllum alvi í hvør sínari síðu. Heðin frúgvamegin, har Luitjen var farin í longu borg, og Luitjen kongamegin, har Heðin var fartin í borg. Luitjen megnaði at fáa eitt gjøgnumbrot og sett eitt álop í gongd, meðan álopið hjá Heðini steðgaði upp. Fyrst misti Heðin eina finnu og nakrar leikir seinni bukkaði hann og misti rókin, tá Luitjen kundi gafla hann við riddaranum. Ein rímuliga ruddiligur sigur hjá tí næst hægst rataða í kappingini og sitandi føroyameistara.
Í móti Willa telvaði Elias eitt rímuliga effektivt talv. Við taktiskum snildum vann Elias eina finnu í miðspælinum, og tá Wille í tí næstseinasta leikinum í talvinum bukkaði við 38. b3, misti hann ein mann og alt stigið.
Í tí seinasta talvinum telvaðu Hans Kristian og Haldur væl og leingi. Báðir telvaðu væl og talvið endaði við einum rímuliga rættvísum javnleiki.
Longu nú hava rating favorittarnir lagt seg á odda, við teimum báðum HT unglingunum Elias og Petur og so Hans Kristian í hølunum.
Aftastir við hálvum stigi liggja klaksvíkingarnir Wille, Haldur Suni og Heðin.
Støðan eftir trý umfør er nú:
1. Høgni 3 stig
2. Luitjen 2,5 stig
3. Elias 2 stig
4. Petur Gardar 1,5 stig
5. Hans Kristian 1,5 stig
6-8. Wille 0,5 stig
6-8. Haldur Suni 0,5 stig
6-8. Heðin 0,5 stig.
Í morgin verður eitt sindur av einum klassji millum nummar eitt og trý í kappingini. Tað verður tó við Høgna við tí hvíta fólkinum, so hann er risa favorittur.
Eisini fáa vit eina regulera lokaluppgerð millum Heðin og Willa.
Haldur Suni fær kjansin móti Luitjen við tí hvíta fólkinum, eins og Petur Gardar hevur hvítt móti Hans Kristian.
Um eingin skalar Høgna og Luitjen í morgin, so kann kappingin fara í tvey.
So tað verður sera spennandi at fylgja við.
Hetta spennandi 4. umfar byrjar á Skúlatrøð klokkan 17, har øll eru hjaratliga vælkomin at fylgja við hvussu leikur fer.