
Í góðum teiti á Norðoyastevnu
(kronikk úr blaðnum) Við “Í góðum teiti” byrjar Jógvan Isaksen sína antologi um føroyskar skemtisøgur í bókini Ein skúladagur í K. frá 1988. Og tá ein sigur Norðoyastevna, so hava serliga 2 sereyðkenni merkt hana. Tey eru Rukkulakkin, sum tíverri ikki er til longur, og Norðoyastevnuteitið, sum er við sítt fríska lív. Men soleiðis hevur ikki altíð verið; teitið hevur upplivað fleiri aldudalar, men er tó altíð komið sterkt aftur.
Tað er ikki nógv, vit vita um skemtanir og gaman á fyrstu norðoyastevnunum í tríati- og fjørutiárunum. Vit vita tó, at Samkomuhúsið, sum Símun í Vági læt byggja saman við øðrum í 1897 (keldurnar eru ymiskar á máli; ein sigur 1898), varð brúkt sum dansistova, og at har vórðu framførdir tættir. Eisini vita vit, at eftir at Brøðrasamkoman hevði fingið fótin fyri seg í Klaksvík, og tey fyrstu vórðu endurdoypt 21. oktober í 1917, varð skemtitátturin ”Stinutáttur” yrktur um tað. Stina var Kristina Hansen, vanliga nevnd Stina í Vátutoft, og varð hon doypt saman við Eliesari í Pállsstovu. Tað var Andrew G. Sloan sjálvur, ið doypti tey. Stinutáttur er til skjals enn og er at finna í Leirkerinum 4/1985.
Undir Læknastríðnum í 1953-56 er framvegis heldur kvirt í Klaksvíkar Sjónleikarfelagi. Nakrir tættir verða tó yrktir undir Læknastríðnum, veit Arnstein Niclasen at siga í bók síni Herskin herðindi. Teir eru bæði beiskir og við skemtiligum broddi, og júst hetta blandið millum tragediu og komediu er klassiskt og stavar líka frá gamla Grikkalandi. Møguliga tað er uppaftur eldri. Vit vita, at William Shakespeare nýtti tað til íblásturs, og í Sjónleikarhúsinum í Havn stendur enn ”Til gaman og álvara” við stórum í salinum, eins og búmerkið hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelagið var ein smílandi og ein keddur skortur.
Skemt og satira eftir Læknastríðið
Men frá 1958 er greitt, at í Klaksvík verður fokuserað verður á komediuna heldur enn tragediuna. Hetta árið kemur Bernhard Brim við Rukkulakkanum, sum er eitt samstarv millum Bernhard, Alex Sólstein, Villi Sørensen, Óla Petersen og Poul Nolsøe Kjølbro, vanliga róptur Nølli. Rukkulakkin er integreraður við Norðoyastevnuteitið, og á teimum eldru Rukkulakkunum stendur ”Norðoyastevnuteitið” og so árstal. Fleiri av tættunum, ið vórðu settir á prent í Rukkulakkanum, vórðu framførdir á Norðoyastevnuteitinum.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag og harvið Norðoyastevnuteitið var leingi húsvilt, nakað sum ikki var nøktandi fyri nakran, minst av øllum Rudolf Joensen, táverandi formann. Tó vórðu nakrar góðar kabarettir spældar har inn (mynd: Miðlabreytin á Ziskatrøð, 2012)
Í trýssunum verður norðoyastevnuteitið spælt í fimleikarhøllini, sum Realskúlin stendur fyri, men síðani verður so líðandi flutt yvir í Atlantis Bio. Til tað knýtir seg ein søga, sum eisini hevur við drúgva, ja, eftirhondini klassiska, mótsetningsforholdið millum teir báðar størstu býirnar í landinum at gera.
Sambandið millum Klaksvík og Tórshavn hevur at kalla altíð verið spent, og býirnir báðir hava ligið í innanhýsis kapping um tað mesta. Hetta er upplagt at skemta um, og Tórður Johannesarson veit at siga í bók síni Teiti og tættir, at miðskeiðis í 1960’unum eru Virgar Dalsgaard og Hermann Jacobsen læraravikarar í Klaksvík. Báðir høvdu framført á ólavsøkukabarettini í 1964 og gjørdu av at vita, um klaksvíkingar vildu flenna at havnarmonnum. Tað gekk yvir allan forvæntning; Atlantis Bio var stúgvandi fult, veit Tórður at siga. Hetta var tó ikki á Norðoyastevnu. Árið eftir kemur Eyðun Joensen við Studentakabarettini til Klaksvíkar, og enn einaferð gongur strúkandi.
KÍ yvirtekur sjónleikin
Í 1973 setir KÍ á stovn eina Sjónleikaradeild við Jógvani Esmar Ósá, vanliga nevndur Edda, sum formanni. Endamálið er at savna inn pening til KÍ. Fyrstu tíðina verða sjónleikir spældir í KÍ-Høllini á norðoyastevnu, men talan er tó ikki um kabarettir. Men í 1977 eru verulig teiti aftur á skrá á norðoyastevnu, og hesa ferð fáa Edda og Jógvan Brim Joensen leikandi stuðul frá so mætum sjónleikarum sum Ólavi Klakk, Óla Olsen, Eliesar í Pállsstovu, Barbaru á Tjaldrafløtti, Jógvani Eliasen og einum ungum Steintóri Rasmussen umframt øðrum. Jógvan Ósá handar Rudolfi Joensen formannsstafettina í 1979, men heldur fram sum sjónleikari og yrkjari í mong ár afturat.
Tragikomiski gekkaskorturin hevur røtur heit aftur til griksku fornøldina. Hann hevur staðið á Atlantis og er framvegis í 2025 á plakatini hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelagi, sum eisini eigur myndina.
Hetta sama árið, í 1979, fær serliga Adelborg Linklett góð ummæli í miðlunum, og í 1982 tekur hon yvir formans-/forkvinnupostin í Klaksvíkar Sjónleikarafelagi. Komandi árini verða norðoyastevnuteitini spæld í Atlantis Bio fyri tað mesta.
Tá ið vit koma fram til kreppuárini í 1990’unum, er tað sum at skemtileikirnir hava sum leiklut at virka sum kontravekt til ta samfelagsligu depressiónina, sum rakar alt landið fyrst í hesum áratíggju. Hans Hjalti Skaale og Andrias Justesen taka á seg leiklutirnar sum meginskøld, væl stuðlaðir av bæði veteranum innan sjónleikarayrkið og so stjørnuskotum, sum seinni skuldu gera seg galdandi í tónleika- og fjølmiðlaheiminum so sum Magna Husgaard, Kára Sólstein, Solby Eliasen og Jan Gardar, sum øll vóru blaðung fyrst í nítiárunum.
Tað er ikki fyrrenn eftir samfelags- og búskaparkreppuna, at kreppa rakar Klaksvíkar Sjónleikarfelag sjálvt. Ikki tí at talentunum feilar nakað ella at mangul var upp á góðar kreftir, men felagið er í langa tíð húsvilt í Klaksvík. Í eina tíð húsast felagið á Brandstøðini yvirav Christianskirkjuni, og megnar har at fáa gott skemt, ikki minst sjálvspei, burturúr tragikomisku støðuni, felagið er í, undir kørmum, sum ikki eru serliga góðir og sum av hesi orsøk ikki høvdu rúmd fyri so nógvum fólkum.
Seinastu árini hevur gamla Spinnaríið við Borðoyarvík hýst Norðoyastevnuteitunum (mynd: Áhugafelagið Spinnaríið).
Hallarkabarettirnar og Spinnaríið
So er tað, at norðoyastevnuteitið ger eitt veruligt comeback. Í 2009 verður teitið hildið í stóran stíl í KÍ-Høllini við professionellum leikstjóra, sum var Jákup Veyhe. Við sær hevur hann megnar-undirhaldarar sum Hilmar Jan Hansen og Sjúrð Skaale, men sum heild verður hildið fast um, at flestu leikararnir eru lokalir norðoyingar. Komandi árini verður skipað fyri teitinum í KÍ-Høllini við einum tematiskum undirheiti – Rukkur í Lakkinum (vísandi til Rukkulakkan), Øska á lakkinum (vísandi til Eyjafjallajökull), Makrelsalat á Lakkinum, Flatar Rukkur á Lakkinum og Haugaard Pelagic (vísandi til Jacob Haugaard, ið var stóra navnið í teitinum í 2015). Her síggja vit eisini triðja ættarlið, Jákup Bernhard Brim Joensen, sum er sonur Jógvan Brim Joensen og abbasonur Bernhard Brim, taka pallin. Jákup Bernhard gjørdist ein stjørna bæði í kabaretthøpi og sum stand-up-komikari saman við Høgna Olsen.
Helst tann størsta uppsetanin av Norðoyastevnuteitinum nakrantíð var Haugaard Pelagic í 2013 við hálva tvørámanninum Jacob Haugaard. Frá vinstru: Jákup Bernhard Brim Joensen, 3.-ættarliðssjónleikari; Jákup Veyhe, leikstjóri, Høgni Olsen, Rudolf Joensen, Jacob Haugaard, Sjúrður Skaale og Hilmar Jan Hansen (mynd: KvF)
Í nýggjastu tíð hevur verið misjavnt við norðoyastevnuteitum. Jákup Veyhe gavst í 2015, og í 2016 er onki norðoyastevnuteiti. Í 2018 er aftur norðoyastevnuteiti, men onki í 2019, og Klaksvíkar Sjónleikarafelag leggur seg hesi árini fram til 2022 eftir at hava jólakabarettir við skiftandi jólaheitum so sum t.d. ”Lallalig jól” og ”Syndarlig jól” heldur enn norðoyastevnuteiti.
Men í 2023 komu norðoyastevnuteitini aftur til heiðurs og æru, og síðani tá hevur gamla Spinnaríið verið karmurin. Har eru langt frá pláss fyri eins mongum áskoðarum sum til hallarkabarettirnar, men góðskuni hevur onki bilað. Millum annað hevur Tesla-scannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús, blaðstjórin á Norðlýsinum og sjálvsagt Klaksvíkar Býráð fingið toyggið. Serliga minnilig er framførslan um, tá fólkakæri og júst fylti 60-ára gamli Louis Juliusson var í Eystrasalti og veiddi Underbergarar við tráðu.
Norðoyastevnuteitið 2024. Skuldi onkur ikki kent hann aftur, so er blaðstjórin á Norðlýsinum nr. 4 frá vinstru, og liggjandi til høgru sæst leikstjórin, Noomi Reinert.
Komið fyri at vera
Nú í 2025 er Norðoyastevnuteitið aftur á skrá, og tað er ikki við mýkindum. 13 sýningar eru á skrá, og tá Norðlýsið fór til prentingar, var frumframførslan, ið varð løgd so tíðliga sum 21. mai, longu útseld. Loftið á Spinnarínum er framvegis karmur um teitið, og flestu dagarnar eru 2 framførslur hvørt kvøldið, klokkan 19 og 21. So onki er at ivast í, at teitið er væl ávegis at konsolidera seg og leggja seg í trygga legu sum fastur táttur av Norðoyastevnuni. Um tað ikki longu er har.
Enn liva vit í vónini um, at Rukkulakkin eisini fer at koma afturíaftur ...
Keldur:
Joensen, Helena: ”Hvør fer at vanvirða dagin, tá byrjað verður við lítlum?”. Í Leirkerinum 4/1985, s. 147-159. Tátturin stendur á bls. 151.
Johannesarson, Tórður: ”Norðoyastevnuteitið og skemtanir í Klaksvík”. Í Tættir og teiti bind 1, Sprotin 2024, s. 186-210.
Niclasen, Arnstein: Herskin Herðindi. Selheygur 2017.
Rukkulakkin, árg. 1962, 1967, 1973 og 1974.
Sølvará, Hans Andrias: Klaksvíkar søga, 2. bind. Sprotin 2011.