Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður er sperdur, nú hann skal seta Løgtingið á ólavsøku. CEF-samgongan hevur ikki riðið sama dag, sum hon saðlaði, og tí skulu fleiri ópopulér stórmál fáast ígjøgnum seinastu fullu tingsetuna í valskeiðnum. | Mynd: Javnaðarflokkurin

Eitt samfelag í bíðistøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.07.2025 - 09:30 Leiðarin Politikkur

Tað hevur verið óvanliga tungt fyri sitandi samgonguna at fáa nakað av tí, sum lovað varð veljarunum, í lag. Nógv orka er í staðin farin til mál, sum ongin vanligur borgari ynskir, til dømis hægri pensiónsaldur, men tað er langt frá øll frágreiðingin. Samgongan ger sama feil sum í valskeiðnum 2015-2019 og letur enn einaferð viðgerðina av stórmálunum bíða til seinastu løtu. Tí verða antin mong stórmál sett í gongd samstundis beint áðrenn lukkitíð í 2026 ella als ikki. Vit tríva her í nøkur av teimum, sum enn lata bíða eftir sær.

 

 

Samgonguskjalið frá 2022 sigur, at næmingar á Heilsuskúlanum skulu fáa løn undir útbúgving. Í apríl 2025 samtykti Løgtingið hetta, og Javnaðarflokkurin kunngjørdi vítt og breitt, at nú fekst løn undir útbúgving. Útlitini fyri hesum gjørdi, at metnógv lesandi av tí sama søktu inn á Heilsuskúla Føroya. Seinni er tó komið fram, at tað arbeiðið, sum Barna- og Útbúgvingarmálaráðið skuldi gera, kortini ikki er gjørt, og tað seinasta ”nýggja” í málinum er frá 2. juli, tá kunngjørt var, at ”Partarnir hava gjørt av at steðga samráðingunum og taka hesar uppaftur eftir summarfrítíðina.” Tí hava mong søkt inn á skúlan undir skeivum fortreytum. Men kanska tað nú fer at verða arbeitt við málinum, sum má sigast at verða vorðið mantra’ið hjá samgonguni, tá rykt verður eftir svari um, hvat líður.

Føroyingar fingu lovað at sleppa niður í 37-tíma viku fyri fulla tíð. Men enn er onki hent, og tað seinasta nýggja er, at tað ikki skal gerast við lóg, sum annars var ætlanin.

Áðrenn valið lovaði Javnaðarflokkurin at gera broytingar í MVG-lógini, so frukt, grønmeti, breyð og mjólk gjørdust bíligari. Men um prísirnir eru farnir nakran veg, so er tað uppeftir. Arbeitt verður við málinum?

Campus fyri onkrastaðni í grannalagnum av einari milliard skuldi gerast í Havn. Arbeitt verður við málinum?

Byrjast skuldi uppá at gera fast samband við Suðuroynna, og tað varð eisini samtykt við 2. viðgerð. Málið var koyrt aftur í nevnd, sum hevði 30 dagar at gera álit. Onki álit kom eftir hvørki 30 ella 60 dagar, og málið datt tí burtur. Um arbeitt verður við málinum, so er tað við einum uppskoti afturat um tað sama.

Bíligari bústaðir hava verið lovaðir leingi, og síðani 2012 hava Bústaðir skulað verið amboðið, tá tað kom til at útvega sperdum familjum heim. Bústaðarprísirnir eru tó bara farnir ein veg, ið er beint uppeftir, og herfyri lýstu Bústaðir við, at teir hava brúkt 169 milliónir uppá at selja lutaíbúðir við Dalavegin í Havn fyri upp til 4,9 milliónir + 16.000 krónum mánaðarliga. So arbeitt verður gamaní við onkrum, men hvat tað so enn er, so er tað við at fáa miðalprísin á bústøðum upp, tí tað er í øllum førum tann einasti vegurin, prísurin er farin.   

”Arbeiðast skal framhaldandi við føroyskum limaskapi í IOC” stendur í samgonguskjalinum á 2022, eins og tað gjørdi í samgonguskjalinum frá 2019. Og ”framhaldandi” tykist vera kjarnuorðið í setninginum, tí málið fær ongan enda. Á seinasta ríkisfundi varð heldur ongin loysn funnin. ”Arbeitt hevur verið við málinum” síðani 1984, tá Føroyar á fyrsta sinni bóðu um limaskap í IOC, men úrslitið er tað sama, sum tað hevði verið, um tað ikki varð arbeitt við tí.

”Haldføri fyrst og fremst!”, lovaði Framsókn. Men fíggjarlógirnar, meðan Framsókn hevur sitið í Fíggjarmálaráðnum, hava víst ÷405 mió., ÷102 mió., ÷305 mió. og eitt væntað úrslit upp á ÷266 mió. er metingin fyri 2026 = minus 1 milliard og 78 mió. yvir alt valskeiðið. Kanska hevur verið arbeitt í hesum valskeiðnum við at fáa haldføri í føroyska búskapin, kanska ikki. Hevur nakar arbeitt við tí, er tað arbeiðið í øllum førum miseydnað.

Tjóðleikhús skuldi byggjast á Eystaru Bryggju í Havn, og farast skal undir tað í hesum valskeiðnum, sigur samgonguskjalið. Leikhúsið er seinni blivið til kastibløku millum staðsetingar í Havn. Tað tykist ikki, sum um arbeitt verður við málinum.

Framsókn lovaði undir valstríðnum, at fosturtøkulógin skuldi dagførast. Tá tað kom til atkvøðugreiðslu, feldi Framsókn tað sjálvt. Arbeitt verður ... ikki við málinum, men við at útifrysta framsóknartingfólkini, ið atkvøddu ímóti. Møguliga verður arbeitt fyri eini dagføring av fosturtøkulógini í einum øðrum valskeiði. Einaferð. Ella ikki.

Øl og vín skuldu út í handlarnar, lovaði Framsókn í 2022. Arbeitt verður ikki við málinum.

Hinvegin hevur samgongan væl megnað at samtykt fleiri byrðar á føroyingar. Tá ið Kringvarpið skuldi rationalisera, segði mentamálaráðharrin bums nei og fór út og hækkaði kringvarpsgjaldið.

Tøkugjøldini fekk samgongan samtykt saman við Sambandsflokkinum við hundraðtals uppsagnum til fylgju.

Heldur ikki fekk samgongan sveittan fram av at heimila at áleggja ”tænastugjøld” á eigarar av sethúsum, sum teir ikki búgva í sjálvir.

Málið um at áleggja hægri pensjónsaldur bleiv gamaní bjargað á málstrikuni, men hótt verður við at leggja tað fram aftur.

Føroya fólk skal tí rokna við at arbeiða longri fyri at betala meira. Hóast okkum varð lovað tað beint øvuta.

Tað verður áhugavert at hoyra, hvussu løgmaður fer at tosa seg burturúr hesum, tá tingið aftur verður sett 29. juli kl. 13.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árgangur 1975 í Klaksvíkar skúla hittist…
Nøglin í dag kl. 15
Ólavsøkutelving
Fyrsta FM-finalan síðani 2015
U15-lands­liðshópu­rin er úttikin
Eitt samfelag í bíðistøðu
Hvat svaraði amerikanski læknin John Joh…
Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
Fráboðan viðvíkj­andi støðuni í Ísrael og…
Pelagos hevur sett nýggjan stjóra
Konni Kass í Finsen
Sjórættu­rin á føroyskum hondum ólavsøkud…
Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamá…
Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku
Steintór og Tríggjar kvinnur
Takkarheilsan í sambandi við Friðargongu…
Nú fellir avgerðin hjá KÍ í Klaksvík
U18 lið í sandflogbólti til undankapping…
Bretska fregattin ST ALBANS vitjar í Før…
Jákup Sverri liðugur við makrel­kanningar