Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upphav

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.09.2025 - 09:53 Mentan Tíðindi

Upphav er eitt leikverk, sum tekur útgangsstøði í skaðadegnum í Hesti 1. apríl 1919, tá 11 menn sjólótust

U P P H A V

Einrøðuleikur eftir

Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard

 

Upphav er eitt leikverk, sum tekur útgangsstøði í skaðadegnum í Hesti 1. apríl 1919, tá 11 menn sjólótust.

Upphav er  eitt leikverk um mínar formøður, sum sótu eftir. Upphav er ein hugleiðing um smeitin hjá mínum formøðrum.

Mínum upphavi.

 

Brot úr Hest søgu efitr Jens Chr. Poulsen:

Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing , men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi. So mikið var av vestanvindi, at hann var um at taka leyst innanfyri. Tá ið tað seinra seksmannafarið “Roysningurin” var komið nakað inn, helt ein á bátinum seg síggja fýramannafarið sigla langt undan teimum og var leiðin hjá teimum inn á Hælin. Vestfallskyrrindi vóru og teir munnu helst ikki hava torað inn á Koltursund fyri íðuni, ið væntaðist at vera í tann dagin. Bæði seksmannaførini fóru inn á Koltursund og komu fram í øllum góðum. Tá ið “Roysningurin” var komin á land, og teir sóu, at fýramannafarið var ikki komið, kom ótti á teir; men lítið varð tosað, tí eingini vildi leypa ræðslu á tey, ið avvardu. Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum...

Onkur eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum; men tá segði ein maður, ið mist hevði ein son á tí seinra bátinum nei; tí, segði hann, at um ein bátur fór avstað aftrat, so kom hann heldur ikki aftur. Teir fóru so til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.”                                                      

Toymið handan leikin:

Hugskot og leikrit: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard

Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð

Ljóssnið: Silje Grimstad, NO

Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT

 

Framførslur: Leikurin verður frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum 4. oktober 2025 í sambandi við norðurlendska pallistafestivalin VERK – Nordic Stage Days. Síðani verða framførslur  í Norðurlandahúsinum/Skálanum frá týsdegnum 7. Oktober til sunnudagin 12. oktober. Atgongumerki fáast á nlh.fo

Rundferð kring landið: Leikurin er gjørdur til at fara á rundferð í Føroyum. Í fyrstu atløgu í høvuðsstaðarøkinum og síðani kring alt landið, har vit ynskja at framføra á størri og smærri støðum.

 

Stuðlar: Sýningin er stuðlað av Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum og LISA

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dánjal Danielsen settur sum varaskúlastj…
Heystið er dansitíð
Nýggjur stjóri fyri Faroe Ship
Steinar Eirikstoft gevst sum sjúkra­hússt…
Tak uppskotið aftur, Sirið!
Dart: Svenskur lands­liðsleikari vil hava…
Lesið um fyritøkur­nar Sjóklæðir og Norðv…
5.d og Mentan og umhvørvi
Pallborðsfundur í Havn: Hvussu loftar ræ…
Upphav
Vinnumessan 2025 er útseld
Vísindavøka á ferð í Miðlatúni í kvøld
Føroyameistarar­nir løgdu fyri við sigri
KÍ helt málveitslu á Djúpumýru
KÍ - EB/­Streymur (6-2)
KÍ kvinnur - HB (4-1)
Nei Erling, soleiðis hanga tingini ikki…
Veðrið í vikuni
Nei, Helgi, Lands­stýrið rindar við føroy…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur