KÍ helt málveitslu á Djúpumýru
Eftir tveir heimadystir uttan mál kom hol av álvara á í dag.
Páll A. Klettskarð var í hopla og skoraði hattrik, har René S. Joensen var í gávuhýri í hinum endanum og gjørdi eitt klokkureint sjálvmál. Gamalt var, at afturleggingar ikki skuldu liggja millum stengurnar, men hetta er helst brott, nú málverjar blíva so nógv brúktir í uppspælinum, men hetta er triðju ferð síðani 2015, at KÍ letur sjálvmál inn av tí.
Móti endanum fekk 17 ára gamli Páll Muller sína landskappingardebut. Tað er nakað, sum heimaáskoðarunum dáma, at lokalu leikararnir fáa møguleikan. Til síðstu dystirnar og í framtíðini er at vóna, at í øllum førum, tá dystir eru avgjørdir, at lokalir leikarar við framtíðini í felagnum fáa eina raðfesting framum útlendskar leikarar, sum spæla sínar síðstu vikur í felagnum.
KÍ vann at enda 6-2, har eisini Patrik Johannesen, ið annars tykist darvaður av skaða, skoraði sítt fyrsta landskappingarmál síðani 31. mai. KÍ skal hava sjey stig afturat av seinastu 15 fyri at við vissu tryggjað sær FM 2025, so tað sær sera gott út hjá norðoyingum.