Lýsing
Lýsing
Nú er KÍ undir niðurflytingarstrikuni í 1.deild
Møguleikin fyri niðurflyting veksur og veksur hjá næstbesta liðnum hjá KÍ.
KÍ tapti 2-1 á Sandi í dag, og tá NSÍ vann 7-1 á EB/Streymi, so merkir tað, at KÍ nú er undir niðurflytingarstrikuni, nú fýra umfør eru eftir. Seinastu 10 dystirnar hevur KÍ bara vunnið ein og heldur tann formurin fram, so flytir KÍ niður. KÍ hevur dystir eftir móti NSÍ á útivølli, ÍF á heimavølli, EB/Streym á útivølli og 07 Vestur á heimavølli. Trý tey seinastu umførini hava leikarar frá bestu deildini ikki loyvið at flyta niður í næstbestu deildina uttan at teir eru U21-leikarar ella hava spælt í mesta lagi tríggjar dystir í bestu deildini.
Niðurflytingarstríðið er hetta:
6. EB/Streymur 22 stig
7. B36 21 stig
8. NSÍ 21 stig
9. KÍ 20 stig
10. 07 Vestur 7 stig
Seinastu tíðindini