Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lógaruppskotið um at svartlista tvey russisk reiðarí er fongt við so mongum misskiljingum, ivamálum og møguligum broti á bæði millumtjóðaavtalu og rættarvenjuna um, at ein er ósekur til ein er prógvaður sekur, at landsstýriskvinnan átti at tikið uppskotið aftur. | Mynd: Jóhann Lützen

Tak uppskotið aftur, Sirið!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.09.2025 - 12:42 Leiðarin Politikkur Vinna

Kjakið í kjalarvørrinum av uppskotinum um at forbjóða tveimum reiðaríum atgongd til føroyskar havnir og føroyskt sjóøki avdúkar, at politikarar ikki hava sett seg inn í tingini. Alt ov mangar misskiljingar flúgva runt sum grundgevingar í kjakinum. Millum annað tosa politikarar um at revsa spesifikkar fyritøkur fyri generellan illgruna og blanda ES og NATO saman.

 

(Leiðarin úr blaðnum)

 

Bjarni K. Petersen førir fram, at russiska stjórnin kann krevja at brúka skipini til hernaðarlig endamál. Men tað kunnu t.d. danska, norska og bretska stjórnin eisini gera við donsk, norsk og bretsk skip, um tey halda tað vera neyðugt. Tað merkir ikki, sum Bjarni tykist halda, at øll fiskiskip til eina og hvørja tíð eru potentiell herskip.

Og hóast hann skuldi havt rætt í sínum illgruna um, at russisk fiskiskip kunnu verða send ørindi fyri russiska herin, so er tað galdandi fyri øll russisk skip, og tað gerst harvið meiningsleyst at pilka tvey reiðarí burturúr. So mugu øll russisk skip bannast og øll fiskiveiðiavtalan brótast, og tað hevur Landsstýrið týðiliga sagt ikki er ætlanin við uppskotinum. Her detta argumentini fyri at samtykkja uppskotið burtur.

 

Ikki okkara sameindu

Liljan Weihe og fólkatingsumboðini eru úti í miðlunum og siga, at tað snýr seg um okkara sameindu. Liljan sigur orðarætt ” Skipini hjá tveimum reiðaríum, Murman Seafood og Norebo, eru undir illgruna – grundaðum illgruna – at njósnast og sabotera um okkara leiðir. [...] Tað er tað[,] samstarvið og felagsskapurin í NATO snýr seg um. Álit og ábyrgd”.

Her avdúkar Liljan, at hon ikki hevur sett seg inn í málið. NATO-felagsskapurin – sum vit eru limur í – hevur nevniliga als ikki svartlistað tey bæði russisku skipini. Tað er Europasamveldið, ES, ið hevur svartlistað tey. Og vit eru altso hvørki limir í ella sameind við ES.

Høvdu okkara sameindu – NATO – svartlistað tey, var støðan ein onnur. Men tað er hon ikki. Tvørturímóti hevur Uttanlandsnevndin verið í USA og har fingið at vita, at USA, primus motor í NATO, ongan vanda sær í russisku fiskiskipunum.

 

Ikki undir illgruna her

At uppskotið hevur til endamál at revsa við støði í einum illgruna er tó ikki misskilt. Tað er tað, sum stendur í lógaruppskotinum. Men tað brýtur framvegis við vanliga rættarfatan, at ein sanktionerar bert við støði í einum illgruna. Her mugu vit ansa eftir, at vit ikki blíva líka sum tey, vit siga okkum ikki vilja líkjast, og fara at seta rættartrygd til viks og brádliga byrja at revsa fyritøkur vegna ein illgruna aleina.

Ein kann kanska, bara kanska, skilja, at Noreg og ES svartlista reiðaríini, tí tey eru undir illgruna fyri at hava saboterað og/ella spionerað í ES- og/ella norskum sjógvi. Men skipini eru ikki undir illgruna fyri nakað undirgravandi virksemi í føroyskum øki, og løgreglan hevur kannað tey uttan at finna nakað illgrunavert. Tí hava vit ikki nakra orsøk, sum samsvarar við orsakirnar hjá Noregi og ES. Revsa vit reiðaríini, revsa vit ósek. Og tað var ikki gamalt í Vesturheiminum.

Tað tænir Føroyum best, at uppskotið verður tikið aftur. Í øðrum lagi má heitast á politikarar um at fella tað. Tí skaðin kann lættliga gerast óbótaligur fyri okkum sum fiskivinnutjóð, og í størra perspektivinum fyri burðardyggu umsitingina av Barentshavinum, um uppskotið verður samtykt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…