
Heystið er dansitíð
Í Føroyum vórðu í 1994 mett at vera 13 dansifeløg í Føroyum, í 2006 segðist talið vera 18, meðan meginfelagið, Sláið Ring, í dag hevur 16 limafeløg, harav eitt er uttan fyri Føroyar. Hetta sigur nakað um tann stóra áhugan, føroyingar framvegis hava fyri tí dansi, sum tíðum hevur verið fataður sum ein fornleivd. Føroyskur dansur hevur í fleiri umførum og ímóti heldur dapurskygdum spádómum vunnið sær eina støðu sum ímynd av føroyskum tjóðskapi.
(Grein úr blað nr. 8)
Sjálvt heitið føroyskur dansur gevur í sær sjálvum boð um støðuna hjá hesum dansi í føroyska samfelagnum. Føroyingar hava vunnið sær hevd til hetta heitið, tí Føroyar eru einasta pláss, har júst hetta slagið av dansi er varðveitt enn tann dag í dag. Dansur í ringi er tó framvegis at finna í eitt nú eysturevropeiskum londum, men hesin hevur ikki sama stev sum tann føroyski. Afturvið føroyskum dansi hava verið kvøðin kvæði, og aftur eitt sermerki við føroyska dansinum í mun til tann eysturevropeiska er, at til tann føroyska hava ongantíð verið nýtt ljóðføri. Hetta hóast eldri dansurin, haðani tann føroyski stavar, eftir øllum at døma hevur verður dansaður afturvið tónleiki. Til tann føroyska dansin hoyra kvæði, og kvæði skulu framførast í føroyskum dansi.
Uppruni
Føroyskur dansur hevur helst sínar røtur í fronskum miðaldardansi, og mett verður, at bæði dansur og kvæði eru komin til Føroya úr Fraklandi annaðhvørt umvegis Noreg ella Skotland fyrst í 14. øld. Fyrimyndin hevur annaðhvørt verið carole, ið er heldur “seinur” dansur samanborin við onnur dansisløg, hevur stev til vinstru og ein forsangara (svarandi til okkara skipara), og minnir í so máta nógv um tann føroyska, ella espringale, ið er heldur lívligari við opnum dansiringi. Hesir dansirnir hava báðir sín uppruna í Fraklandi. Teir eru ikki til longur, men í nýggjari tíð hava tveir aðrir, branle at navne, branle gay og branle simple, ið minna um ávíkavist carole og espringale, og væl kunnu vera “arvtakarar” hjá hesum báðum, verið dansaðir í Fraklandi. Ivaleyst hava teir rokkið Onglandi fyrst, men so er ivasamt, hvørja leiðina teir hava lagt hendanvegin. Mentanarlig sambond vóru bæði til Skotlands og Noregs; fyri dansin tykist Skotland vera meir sannlíkt, meðan okkara elsta kvæði heilt vist stavar úr Noregi. Trupulleikin liggur í teimum fáu ábendingunum um kvæðadans í Noregi. Ongar skrivligar keldur um hetta eru frá hesi tíðini, og hendan metingin er gjørd út frá elsta kvæðnum, føroyingar eiga, nevniliga Margretu kvæði (CCF 77). Tann elsta heimildin um føroyskan dans er frá 1616, og somuleiðis eru smávegis upplýsingar at finna hjá Thomas Tarnovius (1669) og Lucas Debes (1673), men hesar keldur eru sera fáorðaðar um, hvussu dansað hevur verið. Tær eru tó á einum máli um, at talan er um ringdans, men eftir øllum at døma er talan ikki um afturlatnan ring. Tá Jens Chr. Svabo í 1782 ger sína fólkalívslýsing av føroyskum dansi, tosar hann tó um afturlatnan dansiring, og hansara lýsing minnir mest av øllum um dansin, sum vit kenna hann í dag.
At treða dansin
Føroyskur dansur verður dansaður (troðin) á tann hátt, at ein skipari leggur fyri. Tað er ikki neyðugt at avgera frammanundan, hvør skal vera skipari, og hesin leiklutur kann væl skifta frá kvæði til kvæði. Men tá skiparin er byrjaður, verður eitt kvæði kvøðið úr byrjan til enda uttan nakran støðg. Dansað verður til vinstru; fyrst verður vinstri fótur fluttur eitt stig og høgri fótur “drigin” aftaná. Hetta verður so endurtikið eina ferð, fyri síðani at flyta høgra fót eitt stig til høgru og draga vinstra aftaná. Har er ikki neyðuga samband millum stevið í dansinum og metrikkin í kvæðnum; herðingarnar í kvæðum eru óregluligar í mun til dansistevið. Skiparin hevur frælsi at variera kvøðingina soleiðis, ið hann metir vera best.
Meginreglan er, at skiparin kvøðir ørindini, meðan dansifólkið kvøðir niðurlagið. So er tað eitt sindur ymiskt, um dansifólkið kvøðir ørindini saman við skiparanum, meðan vanliga hvílir skiparin røddina og fyrireikar seg til komandi ørindið.
Ymiskt er, hvussu mong tey dansandi eru í dansi og ikki minst skapa tann góða dansin. Onkur vil vera við, at eini 8-10 fólk eru mest hóskandi. Til flestallar almennar dansir er talið tó munandi hægri, men – eins og til øll høvi, har mong fólk í veitsluhýri stúgvast saman – hevur tað verið ymiskt, hvussu væl hetta hevur hepnast. Fyri summi er tað sera týdningarmikið, at alt verður gjørt rætt og dramaturgiskt, soleiðis at upplivilsið verður so livandi sum gjørligt. Fyri onnur er dansurin bara til stuttleikar. Men vanligt hevur ikki verið at noktað nøkrum at dansa við í føroyskum dansi, og heldur ikki í dag er limaskapur ein treyt fyri at vera við í dansinum hjá dansifeløgunum.
Dansitíðin
Upprunaliga dansitíðin vardi frá 2. jólakvøldi til og við føstulávintsmánadegi, og varð vanliga hildin 2. jólakvøld (26. desember), nýggjársdag (1. januar), trettanda (6. januar), tjúgunda (13. januar), á kyndilsmessu (2. februar) og so føstulávintsmánadag, umframt at dansað var til lívshøgtíðir, serliga brúdleyp. Í tí heldur fámenta bóndasamfelagnum flutti dansurin seg ímillum bygdirnar, bæði soleiðis at fleiri bygdir sluppu at sýna vertskap, men eisini soleiðis at fleiri fólk sluppu at taka lut. Øll bygdin tók lut í dansinum so ella so, og varð hesin hildin í stovuni hjá tí mest múgvandi í bygdini, vanliga einum stórbónda. Siður var, at sama kvæði skuldi ikki framførast meiri enn einaferð í somu dansitíð, men hesin siðurin er meir ella minni fallin burtur. Eftir at dansistovurnar av fyrstan tíð komu, gjørdist vanligt at hava regluligan dans sunnukvøld, og hava flestu dansifeløg hildið fast við bæði hendan siðin og dansitíðina frá jólum til føstulávint. Undantøk eru tó; til summarstevnurnar kring landið er vanligt at treða føroyska dansin, og øll kenna tann risastóra dansiringin á ólavsøku. Hartil kemur framvísing av dansinum fyri ferðafólki.
Kvæðini
Kvæðini eru helst komin til Føroya um somu tíð sum dansurin, og møguliga saman. Kvæði eru at finna í øllum Norðurlondum uttan Grønlandi, men bert í Føroyum eru tey framvegis ein livandi partur av mentanini. Serliga er tað miðjan av Norðurlondum, ið er umboðað, herundir Noreg, Svøríki, Danmark, Føroyar og Ísland. Í Hetlandi er eittans kvæði uppskrivað á gamla norrøna málinum. Í samiska máløkinum er onki kvæði av hesum slagi at finna; tó finnast mong á finskum, men hesi verða ikki roknaði uppí hini norðurlendsku kvæðini, ið ganga undir felagsheitinum norðurlendsk miðaldarkvæði ella Scandinavian Medieval Ballads. Í Íslandi eru ikki so mong av hesum kvæðunum at finna heldur, tó eru mong av sonevndu Eddakvæðunum, ið eru ein uppaftur eldri skaldskaparformur.
Vanliga verður talið av kvæðum í útgávunum av Føroya kvæði, ið svágrarnir Jørgen Bloch (1839-1910) og Svend Grundtvig (1824-1883) innsavnaðu og Christian Matras og N. Djurhuus seinni góvu út, roknað sum samlaða kvæðatilfeingið hjá Føroyum, og telur tað 236 kvæði. Nøkur fleiri eru tó, eitt nú sera kenda Ormurin langi, ið Jens Christian Djurhuus (Sjóvarbóndin) yrkti. Hesin sami hevur somuleiðis yrkt Brestis kvæði. Harumframt eru nógvir tættir at finna á føroyskum. Tættir eru styttri vísir (tó at orðið eisini verður nýtt um partar av kvæðum), ofta yrkt til serlig høvi, til dømis brúdleyp ella tá onkur í nærumhvørvinum hevði gjørt okkurt býtt. Tá varð beinanvegin yrktur táttur um tann óhepna. Millum teir mest kendu tættirnar kunnu nevnast Jákup á Møn og Kall og Svein ungi. Donsk kvæði og vísur, ið sera ofta vóru at hoyra í føroyskum dansi, serliga fyrr í tíðini, eru heldur ikki tikin við, helst av tí at Svend Grundtvig eisini var upphavsmaður til stóra verkið Danmarks gamle Folkeviser, ið inniheldur hesi kvæðini. Millum populerastu føroysku kvæðamotivini eru Sjúrðarkvæðini, Sigmunds kvæði og kvæðakringlan um Karlamagnus. Hesir tríggir kappar eru teir persónar, ið koma oftast fyri í føroysku kvæðunum. Hinvegin tykjast populerastu kvæðini til dans at vera Ormurin langi og Flóvin Bænadiktsson, men tað er sjálvsagt trupult at meta um. Hesi kvæði eru lutfalsliga stutt (ávikavist 86 og 25 ørindi, síðstnevnda tó ymiskt millum variantar), og tað kann tæna sum ein partur av frágreiðingini. Flóvin Bænadiktsson er í øllum førum næstan fastur táttur at kvøða í brúdleypi beint eftir brúðarvísuna í brúdleypi.
Til stuttleikar kann nevnast, at áður kom ofta fyri eitt slag av kapping, har fleiri enn ein skipari byrjaði hvør í sínum lagi við hvør sínum kvæði. Tá ið tað kundi avgerast, hvør teirra hevði fingið flest dansifólk at taka undir við sínum kvæði, gavst hin, og vinnandi skiparin slapp so at skipa “sítt” kvæði til endans. Tað var soleiðis eisini fólkaræði galdandi í dansinum tá – tað, sum tey flestu kundu taka undir við, varð góðtikið.