At loysa snýr seg ikki um at slíta, men at knýta sambond
Hjá Helga Abrahamsen er blokkurin heilagur. Hann er sum tey fimm breyðini og teir tveir fiskarnir hjá Jesusi, sum mettaðu fimm túsund menn, umframt konur og børn.
BLOKKURIN
Hjá Helga Abrahamsen er blokkurin heilagur. Hann er sum tey fimm breyðini og teir tveir fiskarnir hjá Jesusi, sum mettaðu fimm túsund menn, umframt konur og børn.
Hóast hann er undir tvey prosent av BTÚ og undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna, so er hann, sambært Helga, undrið, sum heldur øllum uppi.
So tað er ikki annað at gera, enn at drýpa høvur saman við Helga og senda eina inniliga og eyðmjúka tøkk í ein landsynning.
FÓLKAATKVØÐAN
Tað er ófrávíkiligt fakta, at tað var meiriluti fyri loysing, tá okkara forfedrar, í góðari trúgv, høvdu verið á vali tann 14. september 1946.
Men danska stjórnin trumlaði náðileyst tað føroyska fólkaræðið niður, ógyldaði fólkaatkvøðuna, sendi løgtingið til hús og skrivaði út nýval.
Tá avtornaði fingu vit heimastýrisskipanina smoygda niður yvir okkum, uttan nakra fólkaatkvøðu. Eina loysn, sum var langt frá tí suverena statinum, sum Føroya fólk hevði sett kross við.
Hevði tað tá staðið til Sambandsflokkin einsamallan, so vendu vit aftur til amtstøðuna. Tað ynskti Sambandsflokkurin nevniliga undir samráðingunum við danir. Tað sigst, at tá hildu sjálvt danir, at tað var at taka í so rívan til.
Men hatta er farið, og vit fáa einki gjørt við fortíðina. Henni mugu vit liva við.
Og er tað eitt, sum vit duga serliga væl í Føroyum, so er tað at tillaga okkum og fáa tað besta burtur úr.
SJÁLVSTØÐUGT LAND
Men nú hava vit altso toygt og tambað hesa ólukku skipan so nógv, at vit ikki sleppa longur. Og vit hava átrokandi tørv á at koma víðari. Tað eru allir flokkar, uttan ein, samdir um.
Hvat barnið eitur, er ikki so farligt. Um orðið “loysing” skurrar í oyrunum á Helga og øðrum, so lat okkum fyri Guds skyld finna okkurt annað heiti.
Tað, sum er umráðandi er, at vit gerast eitt sjálvstøðugt land, sum ikki er undir, men undir liðini á Danmark; og øllum øðrum londum.
HVÍ SKULU VIT?
At gerast eitt sjálvstøðugt land snýr seg ikki um at SLÍTA sambond. Tað snýr seg tvørturímóti um at KNÝTA sambond við onnur lond og við altjóða felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta … eisini við Danmark.
Av felagsskapum, sum vit í verandi støðu ikki sleppa uppí, kunnu t.d. nevnast ST, NEAFC, NAFO, Arktiska Ráðið, Norðurlandaráðið, EFTA og IOC.
Umframt tær kenslur, sum t.d. luttøka í olympiskum leikum kunnu birta, og sum kanska ikki kasta stórvegis av pengum av sær, so snýr hetta stórmál seg eisini um virkisfrælsi og hundraðtals milliónir um árið við betri og fleiri handilsavtalum.
Tá er blokkurin lítið av miklum.
Og legg til merkis, Helgi, at tað altso er í verandi ríkisrættarligu støðu, at vit, sum tú vísír á, støðugt hava trupult við at fáa landsbúskapin at hanga saman.
Ja, vit eru enntá farin á húsagang fleiri ferðir … í verandi ríkisrættarligu støðu!