Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvettroynd í Løgtinginum

SKRIVAÐ: Bill Justinussen  |  23.09.2025 - 10:45 Politikkur Tíðindaskriv

Nú leggja 4 tinglimir, 3 úr samgonguni og ein úr andstøðuni, uppskot fram um at loyva fríari fosturtøku í Føroyum. Umstøðurnar minna um kvettroynd og misbrúk av okkara aldargamla Løgtingi.

 

 

Løgting og landsstýri virka eftir skipanum, sum fólkið í Føroyum og ábyrgdarfullir politikkarar í áratíggjur hava bygt upp. Ein grundarsteinur í arbeiðslagnum hjá einari samgongu er, at øll uppskot verða virðiliga viðfarin. Ein samgonga av flokkum, sum hava skipað seg í ein meiriluta og hava stjórnarvaldið, eigur at vera eyðmjúk og virðilig í síni atferð mótvegis Føroya fólki.

Men so er ikki í málinum um fosturtøku. Í hesum málinum hevur landsstýrið kastað frá sær. Í staðin hyggur landsstýrið hinvegin, meðan 4 tingfólk, harav 3, sum dagliga útinna sítt vald gjøgnum landsstýrið, taka til sín valdið, sum landsstýrið hevur frásagt sær í hesum málinum. Hesi trý samgongutingfólkini, sum eru partu av eini skipan, har tey hava skipað landsstýri at standa fyri tí politikki, sum tey vilja hava framdan, fremja nú sjálvi tann politikk, sum landsstýrið ikki fremur.

Og avleiðingin stjórnarskipanarliga er, eins og tað var, tá hjúnarbandslógin varð broytt á sinni undir júst somu stjórnarumstøðum, at Løgting og Landsstýri verða degraderað til ein leikpall av opportunistum. Tí júst tann støðan, at Sólvit Nolsøe hevur sagt tingsessin frá sær og varamaður hansara hevur tikið sætið, er ítøkiliga orsøkin til skundmálið hjá hesum fýra. Tað hevur ikki verið ein meiriluti fyri líknandi uppskoti í allari søgu Løgtingsins, hóast trongt hevur verið á í mong ár. Men nú, í einum stuttum skotbrái, áðrenn val verður aftur, sigst ein slíkur minst møguligur meiriluti at vera.

Er tað soleiðis, man stjórnar einum landi virðiliga og í eyðmjúkleika? At misbrúka ein meiriluta, sum í eina stutta stund er tilstaðar, fyri síðani at hvørva aftur í óásetta tíð? Kann man kalla tað haldføran politikk? Kann man kalla tað fólkaræði? Um tað nú ikki er meiriluti fyri fríari fosturtøku í 50 ár, og tað so brádliga verður meiriluti fyri fosturtøku í eitt ár, fyri síðani ikki aftur at vera meiriluti næstu 50 árini, kann tað so kallast demokrati at skunda eitt so ræðuligt mál ígjøgnum? Sigur tað ikki alt um muruna á teimum fólkum, sum gera hesa skarnsgerð móti verjuleysa, ófødda barninum?

Og hví arbeiða samgongan og hesi 3 ikki á sama hátt fyri teimum málum, sum tey til seinasta val og í samgonguskjali hava sagt og lovað, at tey vilja arbeiða fyri? Hví lumpa og lirka mál ígjøgnum, sum tey ikki hava lovað at loysa, meðan tað, sum tey lovaðu, ikki verður gjørt? Hví leggur Tjóðveldi ikki fram uppskot um loysing tildømis?? Mær vitandi er meiriluti fyri loysing á Løgtingi. Og hvussu við Suðuroyartunlinum, sum so at siga allir tinglimir siga seg taka undir við? Hví leggja tingfólk úr samgonguni – uttan um Landsstýrið og uttan um allar vanligar mannagongdir - ikki fram uppskot um Suðuroyartunnil, nú ein so massivur meiriluti er á Løgtingi fyri at gera hann? Hví hevur fosturtøkumálið størri týdning fyri Tjóðveldi enn loysing. Og hví hevur fosturtøkumálið størri týdning enn Suðuroyartunnilin fyri nógv tingfólk?  Eru gyltu talurnar og stóru orðini um loysing, Suðuroyartunnil, bústaðarneyðina, 37 tímar arbeiðsviku osfr alt bara tóm orð, tá alt kemur til alt?

Nú fara samgongufólk at fremja eitt mál, sum IKKI er partur av samgonguskjalinum. Øll, sum ikki kenna samgonguskjalið, kunnu her

 

https://lms.cdn.fo/media/17316/saman-eru-vit-sterk_samgonguskjal-cef-22.pdf?s=ZJdvJd3KdX7nKsV5rxAQwXOQK4g

 

lesa um øll málini, sum samgongan IKKI hevur megnað at framt. Har stendur millum annað, at samgongan vil

·      Tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap og venda halli til avlop

·      Lætta um gerandisdagin við m.a. styttri arbeiðsviku

·      Tryggja møguleikarnar at seta búgv

·      Tryggja grøna orkuskiftið

 

Hví hava vit eina samgongu, sum fremur tey mál, sum hon ikki hevur lovað, men ikki fremur tey mál, sum hon hevur lovað?

 

”VÆLKOMIÐ VERI TÚ NÝBORNA BARN”

Lítla verjuleysa barnið í móðurlívi verður nú ofrað á altari Løgtingsins. Hvat er hent við okkum føroyingum hesi seinastu árini? Hava vit ikki øll stórfegnast og tikið undir, tá vit sum eitt fólk í felagsskapi til øll hugsandi høvi hava sungið hjartanemandi heilsanina hjá okkara mæta og av almennu Føroyum viðurkenda stórskaldinum M.C. Restorff: “Vælkomið veri tú nýborna barn.” Hetta lítla barn, sum ein annar av okkara fólkakærastu mentunarvirðisløntu yrkjarum kvøðir so yndisliga um: ”Morgun, og nýføddur grátur. Vælkomin lítli, stíg inn.” Og ikki minst, ja kanska fram um alt annað, yrkir alment viðurkendi og virðislønti fólkakæri rithøvundurin Jóanis Nielsen so beinrakið, so sigandi og fevnandi eisini um lítla barnið í yrkingini Til Boga og allar nýføðingar: ”Títt lív, søta barn, er ikki ein spurningur, men eitt svar.. ein játtan.. dreymurin, ið gerst veruleiki, lívið, ið ferð eftir ferð vil sigra.”

Hesar yrkingar, og mangar við teimum, eru spegilsmynd av føroysku fólkasálini. Vit syngja og heilsa nýborna barninum, sum vit føroyingar øld eftir øld hava hildið hægst í metum millum tjóðir. Úti í heimi rósa vit okkum av at hava hægsta burðaravlop í vesturheiminum. Og vit rósa okkum av, at samstundis hava føroyskar kvinnur hægsta arbeiðsvirknið. Alt hetta uttan iva, tí vit hava eina kristna mentan og siðvenju, har mannalívið hevur eitt indiskutabult, absolut, óskert og endaleyst virði. Okkara kristna fatan er, at vit sum menniskju eru javnt sett og mett við øll onnur menniskju. Og tí er kristna fatanin eisini, at onki menniskja hevur rætt til at nokta øðrum menniskja lívið. Tí vit eru øll jøvn og líka og eins yvirfyri sjálvum skaparverkinum.

Men við fosturtøkuuppskotinum seta hesar tríggjar kvinnurnar og tann eini maðurin seg omanfyri onnur. Tey gera seg til harra yvir lívinum hjá øðrum. Tey halda, at tey kunnu nokta livandi børnum í móðurlívi lívsins gávu, rættin til lívið. Hesi løgtingsfólk fara aldrin aftur at kunna tosa um javnstøðu, javnrættindi og javnvirði. Við slíkum hugburði avdúka tey sín vantandi mannakærleika og tolsemi. Tí at gera seg inn á lítla livandi barnið í móðurlívi er nakað av tí lægsta, eitt menniskja yvirhøvur kann gera móti sínum medmenniskjum. Lítla barnið í móðurlívi, sum aðruhvørja ferð er ein genta, og síðani kvinna, sleppur ikki at ráða yvir sínum egna kroppi.

Tað mest ófrættakenda og avdúkandi í øllum hesum er, at tingfólk koma í gásagongd fram á torg og viðurkenna, at um tað ikki verður gjørt nú, so verður tað ikki. Ergo: tað er ongantíð meiriluti á Tingi fyri fosturtøku, men nú, í einum stuttum skotbrái undir óvanligum umstøðum, finst ein meiriluti, og so smekka vit til. Hvat er tað fyri hugburður?? Skal land okkara stjórnast av hissini opportunistiskum minst møguligum meirilutum, sum í smáum gloppum kunnu semjast um okkurt. Hetta, sum nú hendir, er aktivisma og ikki politikkur. Helst vita hesi fólk onki um, at sum man sáðar, so heystar man. Hvar standa hesi fólk eftir eitt komandi val, tá aðrir meirilutar fara at gera teimum kynstrið eftir og fremja mál, sum hesi missa svøvnin av? Vælsignaðu fólk, hugsið tykkum um og gerið ikki Løgtingið til ein slíkan vígvøll. Hevur ikki júst hendan samgongan sagt seg sinnaða at gera breiðar semjur fyri at styrkja haldførið í lóggávuarbeiðnum? Hetta, sum nú hendir, undirgrevur alla slíka ætlan.

At vaksin menniskju, sum sjálvi fingu lívsins gávu, seta alt annað til viks fyri í eini kvettroynd at stjala lívsins gávu frá teimum óføddu, er óskiljandi og vanlukkuligt. Guð gævi, at onkur av tykkum, sum nú vilja fremja hesa ræðuligu ætlan, vakna í tøkum tíma.

 

Bill Justinussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Komið øll við" aftur í næstu viku
Kvettroynd í Løgtinginum
Verður arbeitt við dintlinum fyri ?
Nú fáa vit fleiri túrar við 401
60+ kvøldini byrja aftur í Tronganum
Andras Joensen 80 ár
Nú skal seinasti brikkurin leggjast
At loysa snýr seg ikki um at slíta, men…
Sólja hevur skotið KÍ til sigurs
Telvingin byrjar aftur!
Takk fyri meg, Sambands­flokkurin
Dánjal Danielsen settur sum varaskúlastj…
Heystið er dansitíð
Nýggjur stjóri fyri Faroe Ship
Steinar Eirikstoft gevst sum sjúkra­hússt…
Tak uppskotið aftur, Sirið!
Dart: Svenskur lands­liðsleikari vil hava…
Lesið um fyritøkur­nar Sjóklæðir og Norðv…
5.d og Mentan og umhvørvi
Pallborðsfundur í Havn: Hvussu loftar ræ…