Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú fáa vit fleiri túrar við 401

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin  |  23.09.2025 - 09:26 Politikkur Tíðindaskriv

Í seinasta lagi tann 1. desember verður ferðaætlanin broytt, so tað verða fleiri túrar á leið 401, sum er bussleiðin millum Tórshavn og Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin

 

 

Herfyri spurdi eg landsstýrismanni í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, nær fólk kunnu vænta fleiri túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá tey ferðast við bussi millum Klaksvík og Havnina.

Norðoyingar og eysturoyingar, ið dagliga nýta bussleiðina hjá SSL til og frá arbeiði, hava í fleiri ár sóknast eftir, at fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum tunnilin. Sum er – sløk fimm ár eftir at tunnilin lat upp - eru framvegis fleiri túrar eftir Skálafjarðarleiðini, uttan um tunnilin, til Havnar.

Eg havi ikki rættiliga tal á, hvussu ofta eg og onnur hava spurt um broytingar á leið 400 og 401, men tað er ofta.   

Strandferðslan hevur ført fram, at fleiri forðingar eru. Í svari tann 14. apríl 2025 segði SSL: “Tað verður arbeitt við at tillaga leið 401, og nakrar broytingar verða eftir ætlan gjørdar á rutuni millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina”.

Tíverri helt tíðarætlanin ikki, men nú brast fyri nev. Í svari, sum eg fekk frá landsstýrismanninum í gjár, sigur Strandferðslan, at broytingarnar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn verða klárar at seta í verk í seinasta lagi 1. desember 2025.

Í svarinum verður eisini sagt, at arbeitt verður við at gera tillagingar á øðrum leiðum, ið eru knýttar til millum annað leið 400 og 401, soleiðis at tænastan á hesum leiðum eisini gerst betri.

Tað er gott. Viðhvørt loysir tað seg at júka.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Komið øll við" aftur í næstu viku
Kvettroynd í Løgtinginum
Verður arbeitt við dintlinum fyri ?
Nú fáa vit fleiri túrar við 401
60+ kvøldini byrja aftur í Tronganum
Andras Joensen 80 ár
Nú skal seinasti brikkurin leggjast
At loysa snýr seg ikki um at slíta, men…
Sólja hevur skotið KÍ til sigurs
Telvingin byrjar aftur!
Takk fyri meg, Sambands­flokkurin
Dánjal Danielsen settur sum varaskúlastj…
Heystið er dansitíð
Nýggjur stjóri fyri Faroe Ship
Steinar Eirikstoft gevst sum sjúkra­hússt…
Tak uppskotið aftur, Sirið!
Dart: Svenskur lands­liðsleikari vil hava…
Lesið um fyritøkur­nar Sjóklæðir og Norðv…
5.d og Mentan og umhvørvi
Pallborðsfundur í Havn: Hvussu loftar ræ…