Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Skuldi halda skil á 11 teenagergentum

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur - Myndir: Dávur Winther  |  05.10.2025 - 12:05 Politikkur Tíðindaskriv

segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur millum annað í røðu sínari, tá Rótin skipaði fyri almennari móttøku hósdagin. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

Hjartaliga til lukku við nýggja Húsarhaldsskúlanum!

Sjálv gekk eg á Húsarhaldsskúla í 1980 saman við 10 øðrum røskum og fittum gentum. Vit vóru 3 úr Klaksvík – Margee, Mia og eg – og hinar 8 komu ymiska staðni úr Føroyum. Vit vóru allar ungar tá og uppá tað allarbesta, so minnini standa rættiliga klár í dag frá tíðini á skúlanum.

At fara á Húsarhaldsskúla aftaná realklassan, ja tað var tað mest náttúrliga hjá mær, um ikki eitt “must”, og tað sama var galdandi fyri hinar ungu genturnar í familjuni.

Og tað var kanska ikki so løgið, tí Mathilda Poulsen, sum er ommusystir mín, sat í nevndini fyri Húsarhaldsskúlan og hevði ein brennandi eldhuga fyri skúlanum. Eg kom nógv í heim teirra, eisini tí at beiggi mín Danjal var uppfostraður har.

Og sostatt hevði hon stóran ávirkan á, at eg fór á Húsarhaldsskúla.
Minnist, at hon hevði nógv samband við Almu Petersen, sum hon helt nógv um, og sum eisini var ein eldsál fyri skúlan.

Á Húsarhaldsskúlanum 1980 var lærarin danskur. Hon æt Dagmar. Haldi tað er ikki for nógv sagt, at hon var ”noksu streng”… Hon skuldi jú halda skil á 11 teenagergentum.
Hetta gekk, sum so væl.

Umframt Dagmar undirvísti Jonnhild í matgerð. Hon var so tolin og fitt, og dugdi væl við okkum ungu. Fleiri aðrir fittir og dugnaligir lærarar undirvístu í skúlanum.

Í 1980 búðu bara genturnar aðrastaðni frá á skúlanum og ikki vit lokalu.

Fyrsta dagin genturnar møttu í skúlanum, fingu tær instruksir frá lærarinnan Dagmar.

 

Ein næmingur á holdinum minnist:

“Tað fyrsta kvøldið tá vit møttust við borið niðri undir, so spennandi. Heilsa uppá hvørja aðra. Og so segði Dagmar, at ofta vóru tað trupulleikar av ungum dreingjum, sum støðgaðu við bilum uttanfyri Húsarhaldsskúlan. Dagmar segði, at vit skuldu ikki fara í vindeyguni at hyggja út, tað var ikki loyvt. Hvat gjørdu vit??? Vit fóru direkta í vindeyguni, og har var trafikkproppur uttanfyri av Klaksvíkssjeikum. Ja, teir hugdu nógv fyri at kjekka, hvørjar gentur nú vóru komnar í tað nýggja holdið. Og so kundu tær bara velja, hvønn bil man fór biltúr við.”

Onnur genta fortelur:
“Ja, har høvdu vit nógvar stuttligar løtur við biltúrum. Minnist, at Klaxsjeikarnir koyrdu við coolum bilum og rútunum niðri og fulla musik úr bilunum, so vit hoyrdu teir laaaaangt áðrenn vit sóu teir.”

Men tað var ikki frítt; sum tíðin leið, komu fittu ungu dreingir á vitjan. Men tá Dagmar kom uppá um náttina, ja, so vórðu teir vitjandi dreingirnir krógvaðir í kustaskápinum. Men veit ikki, um allir passaðu inn í skápið – summir vóru rættiliga vælvaksnir og stórir.
Ja, so har hendi mangt og hvat, og stuttligt var.

Men vit lærdu nógv á skúlanum: gera mat, heilsugóðan mat, binda, seyma, brodera, gera hosubond, fíggjarstýring, mála og mangt, mangt annað.

Húsarhaldsskúlin var ein perla, ið gav læru, lívsroyndir og vinarbond fyri lívið. Ja, alt sum skuldi til fyri, at vit vóru klárar at fara víðari út í lívið og standa á egnum beinum.

Í 1995 bleiv Jóhanna á Tjaldrafløtti leiðari, og hevur hon gjørt Húsarhaldsskúlan til ein modernaðan skúla.
Í dag ganga 35 næmingar á skúlanum, og bíðilistin er langur. Her fáa ung førleikar til framtíðina, annaðhvørt um tey skulu lesa ella arbeiða.

Konseptið at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla var soleiðis, at landið, Klaksvíkar kommuna og Bústaðir skuldu gjalda 1/3 í part.

Í 2019 bleiv eg landsstýriskvinna m.a. í bústaðamálum. Tá bleiv eg skjótt kontaktað um, at brúk var fyri, at Bústaðir játtaði ávísa upphædd, soleiðis at sleppast kundi víðari við verkætlanini.

Eg tók beinanvegin fund við nevndina í Bústøðum. Johan Mortensen var formaður. Skal sigast, at hetta var áðrenn Bústaðir fekk heimild at lána 450 mió. So har var ikki so nógvir pengar hjá teimum tá.

Men stórt rós til nevndina, tí longu um kvøldi á veg til Klaksvíkar fekk eg játtandi svar um, at teir kundu seta ásetta peningin av.

Jenis av Rana og eg sótu í samgongu saman, og høvdu vit eitt gott samstarv. Hann umsat Húsarhaldsskúlan, og hevur hann rós uppiborið fyri sín leiklut í tí málinum. Hann helt fast til hann fekk ein álítandi prís, sum fór at halda.
Jóhanna, eg veit, at hetta kundi følast strævið at bíða.

Loksins tann 3. august 2020 bleiv málið borið niðan í Løgtingið.

Og longu tann 4. august kom málið til 1. viðgerð. Viðgjørt í fíggjarnevndini, álitið skrivað, kom 2. og 3. viðgerð – alt sama dag – og einmælt samtykt.

Men tað var ikki bara bara, tí vit máttu hava 20 undirskriftir fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at málið kundi avgreiðast sama dag. Tað vil siga undirskriftir frá bæði samgongulimum og andstøðulimum.

Minnist, hvussu mann gekk og royndi at fáa hesar undirskriftirnar uppá pláss. Og tað eydnaðist.

Kann upplýsa tykkum um, at vanliga verða mál viðgjørd 4 – og onkuntíð upp til 6 vikur – í nevnd. So eg var rættiliga ørkymlað henda dagin um, hvat kundi henda, um tað ikki bleiv víkt frá øllum tíðarfreistum, tí tá var samgongan komin hartil, at tað var byrjað at ridla. Og um málið ikki kom úr nevnd áðrenn eitt nýval var útskrivað, so visti ongin, hvat kundi henda.

Minnist hetta sum ein stóran dag, sjálvan hósdagin á Summarfestivalinum.

Tá var hugaligt og stuttligt at ringja til Jóhonnu og fortelja, at nú var málið samtykt og klárt at fara í gongd.
Longu 4. november bleiv valið útskrivað.

Men gloym ikki: Her hava verið nógvir leikir og nógv fólk, sum hava kempað fyri Húsarhaldsskúlan.

Og Jóhanna, títt ágrýtni og úthaldni hevur verið heilt einastandandi. Tú kastaði ongantíð handklæði í ringin, men kempaði til tú komst á mál.

Úrslitið síggja vit í dag: Ein flottur, stásiligur skúli, ja eitt stórt stig inn í framtíðina, har tað er langur bíðilisti at sleppa inn á skúlan.

Takk fyri øll somul – og enn einaferð hjartaliga tillukku og Harrans signing.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar
Greiður sigur til Stjørnuna
Veðrið í vikuni
Minningarorð – Ein seinasta heilsan til…
- Skuldi halda skil á 11 teenagergentum
Hørð EM-byrjan
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein í dag
Sangkórið luttekur í Betesda sunnukvøldi…
Kleyvarskapur orsøk til avlýsingar
Mastrarhvalir jagstraðu skarv og æðu
KÍ vann seg uppum niðurflytingarstrikuna
KÍ - Føroyameistarar 2025
Video: KÍ er altíð best
Frásøgnin hjá Markusi um Jesus
Sjey dómar í neyðtøkumálum seinastu trý…
Veðrið um vikuskiftið
Bláa bylgja er klár
Nýggjar myndir av gomlu lækna­húsu­num í K…
Tað er stuttligt við bryggjuna í morgun
Upptakt: 07 Vestur-KÍ