Lýsing
Lýsing
Lýsing

Øll við – nýggj verkætlan hjá Parasport Føroyum

SKRIVAÐ: Parasport Føroyar  |  13.01.2026 - 12:23 Ítrottur Tíðindaskriv

Endamálið við verkætlanini er at tryggja, at børn og ung, sum antin hava kropsligt brek ella serligan tørv skulu kunna vera við í ítrótti og góðum ítróttafelagsskapum.

 

 

- Ítøkiliga málið í 2026 er at fáa 5 nýggj tilboð børn og ung, sigur Harriet Durhuus, verkætlanarleiðari hjá Parasport. Verkætlanin heldur á til í minsta lagi 2028.

Verkætlanin, sum sjøtul í gjár varð settur á, er tvíbýtt:

Í fyrsta lagi  merkir “Øll við”, at øll børn og ung – eisini tey, sum hava brek ella serligan tørv – skulu hava veruligan møguleika at taka aktivan lut í føroyskum ítrótti.

Í øðrum lagi merkir “Øll við”, at hetta krevur eitt breitt samstarv millum landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, sambond, feløg, venjarar og fakfólk. Øll mugu við í arbeiðið at skapa rúmligar og inkluderandi umstøður.

- Verkætanin byrjar nú, og longu í 2026 er ætlanin at fáa fýra ymisk átøk á beinini, sigur Harriet Durhuus, sum leiðir verkætlanina.

- Vit ætla at hava “Kom og royn dagar”, har børn og ung við breki og serligum tørvi kunnu koma inn at royna ymsar ítróttagreinar. Vit ætla eisini at skipa fyri venjaraskeiði, tí ofta siga venjararnir seg ikki verða nóg væl ílætnar til at lofta hesum málbólkinum. Harnæst er vónin at skipa ein stuðulsgrunn, so feløg kunnu søkja um stuðul til amboð, hjálparvenjarar ella annað, so hesi tilboðini kunnu setast í verk. At enda er ætlanin at hava ráðstevnur, sum kunna geva íblástur, og har vit seta fokus á møguleikar og fyrimunir við at hava inkluderandi tilboð.

 

Fyrsta ráðstevnan

Verkætlanin bleiv skotin í gongd mánadagin – júst við eini ráðstevnu, ið varpaði ljós á týdningin av at menna inkluderandi ítróttartilboð og at tryggja samstarv á øllum stigum, fyri at tað skal bera til.

- Vit noyðast at flyta nakrar fordómar, so vit sum heild skapa eitt meiri rúmligt ítróttasamfelag í Føroyum. Í stuttum snýr tað seg um inklusjón, segði Harriet Durhuus millum annað í síni framløgu mánadagin.

Seks fyrilestrar vóru á skrá, og úr ymsum sjónarhornum varð greitt frá, hví tað er so týdningarmikið at fáa hendan bólkin við.

Fyri einstaka barnið er tað avgerandi at hoyra til og vera ein partur av einum felagsskapi, tí tað fyribyrgir einsemi og økir um lívsgóðskuna. Tá tað eydnast væl, kann tað økja um sjálvsálitið og førleikarnar – og tað smittar av og skapar áræði í øðrum økjum í lívinum.
Hjá hinum limunum í felagnum veksur tolsemið, meðan fordómarnar minka, tá tey javnan síggja og eru saman við hesum bólkinum av børnum og ungum.
Hjá feløgunum breiðkar tað um tilboðini, førleikarnar og limaskaran.
Og hjá landi og kommunum ger tað stóran fíggjarligan mun at fáa hesi børnini virkin og at geva teimum kensluna av dirvi, áræði og at tey eisini hava nakað at geva.

Kanningar vísa, at tey, sum fáa hóskandi tilboð og positivar royndir í eitt nú ítróttarlívi, í væl størri mun verða sjálvstøðug og virkin á arbeiðsmarknaðinum, enn tey, sum ikki taka lut. Og við ST-sáttmálanum hava vit jú longu bundið okkum til at tryggja hesum børnunum javnbjóðis atgongd – eisini til ítróttatilboð. Nú manglar tað bara, at vit taka tað í álvara.

Hóast nøkur tilboð eru, sum rigga væl, eru tey alt ov fá í tali.

Men tað fer verkætlanin “Øll við” nú undir at broyta.

Tey, ið hildu fyrilestrar á hesi fyrstu ráðstevnuni hjá “Øll við” vóru Katrin á Neystabø frá ÍSF, Harriet Durhuus frá Parasport, Monika Mohr frá Heilsustýrinum, Hávard Vatnhamar, paraíðkari á elitustøði, Tróndur Ravnsfjall frá Parasport og Ása Olsen frá Megd.

- Vit eru spent at fara undir hesa verkætlanina, og vit eru glað fyri, at tað møttu so nógv fólk til fyrsta tiltakið. Nú gleða vit okkum at síggja úrslitið, tá ið øll arbeiða saman um hendan málbólkin, segði Petur Elias Petersen, formaður í Parasport.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mariuhønan, Ronja og Elmar
Fíggjar­mála­ráðið fyrireikar kæru
Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grø…
Hvussu er lítla barnið stilla í politisk…
Øll við – nýggj verkætlan hjá Parasport…
Hetta er álopsleikarin
Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18
Nógvur útróður seinastu dagarnar
Arnbjørn vitjar Norðlýsið
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum