Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Borgarstjórin, Karl Johansen, sum eisini var møttur, takkaði Vónbjørt fyri luttøkuna og fegnasði um norðurlendska heiðurin í 2025, henni hevði verið fyri vegna bókina. | Mynd: Fríða Næs

Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni

SKRIVAÐ: Klaksvik.fo  |  30.01.2026 - 12:02 Mentan Tíðindaskriv

- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur.

Soleiðis segði Vónbjørt Vang m.a. á bókasavninum í gjár, har hon greiddi frá tilgongdini og tankanum um evnið til bókina ”Svørt orkidé”, sum hon eisini hevur vunnið Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri, umframt virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Vónbjørt Vang er uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin cand. mag. og bachelor í listaligum arbeiði frá Fróðskaparsetur Føroya, og starvast sum býarbókavørður í Havn.

Vónbjørt greiddi frá, at tað var undir útbúgvingini á Fróðskaparsetur Føroya, at hon ótilvitað byrjaði uppá bókina, sum vit í dag kenna sum ”Svørt orkidé”.

Frammanundan hevði hon fingið stóran áhugað fyri pappírskollasjum burturúr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum bókum, tíðarritum og øðrum funnum pappíri. Gjøgnum kollasjulistina kannaði hon m.a., hvussu fragmentir úr eldri pappírstilfari kann fáa nýggjar týdningar, tá tað verður sett saman í aðrar samanhangir. 

Hetta saman við hennara útbúgving sum bókavørður, í bókmentafrøðini, og sum rithøvundur byrjaði persónliga ferðin at skapa ein heild, tá ið hon gjøgnum listina byrjaði at seta orð á lívsins hendingar. Hon skapti eitt verk, sum seinni hevur víst seg at verða sera viðkomandi fyri fólk í fleiri ymiskum londum, har hon eisini hevur verið róst fyri ærligheit og fakligar rithøvundadygdir.

Vónbjørt greiddi frá, at hóast bókin ikki er 1:1, so avspeglar hon lívið hjá sær, og støðuna sum hon var í, tá ið bókin varð skrivað.

- Onkursvegna havi eg megnað at borið hendan boðskap fram uppá ein hátt, sum hevur rakt lesaran uppá ein góðan máta, og tað gleðist eg um.   

Nógv fólk vóru møtt til hesa bókacafé á Klaksvíkar bókasavni, og vóru tað eisini fleiri, sum settu Vónbjørt áhugaverdar spurningar.  

Borgarstjórin, Karl Johansen, sum eisini var møttur, nýtti til seinast høvið at takka Vónbjørt fyri luttøkuna, og fegnaðist sjálvsagt um norðurlendska heiðurin í 2025, sum uppiborin varð latin einum av okkara býarfólkum.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing