Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.01.2026 - 18:29 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vikuskiftið hjá borgarstjóranum, Karl Johansen, byrjaði á Biskupstøðgarðinum í Klaksvík. Eisini millum mong kent sum Nólsoyar Pálshúsið

 

Seinastu árini hevur húsið verið karmur um alskyns tiltøk, brúdleyp og vitjanir, og øll sum hava vitjað garðin vita, og hava sæð, at tað hevur ligið eitt megnar arbeiði í, at fáa garðin til heiður og æru.

Við nýggju Te-stovuni fær Biskupstøðgarðurin eitt nýtt flog. Huglagið er enn tað sama, og søgurnar, sum hava verið fortaldar, og nú verða fortaldar, geva gestunum innlit í eitt heilt serligt tíðarskeið.

Søgurnar eru í høvuðsheitinum fortaldar um Nólsoyar Páll, men snúgva seg nú líka nógv um konu hansara Marin Malenu.

Borgarstjórin, sum hevði bjóðað konuni, Jórun Johansen, seinnaparts te, var sera væl nøgdur við upplivingina.

- Góða móttøkan, lukturin av te, og fjálga huglagið gav okkum beinanvegin eina heilt serstaka uppliving. Saman við søguni um Marin Malenu, eini rundvísing og frágreiðingum um, hvussu húsini hava verið brúkt, kundu vit njóta friðin og løtuna.

- Maturin var heilt fantastiskur. Vit fingu m.a. smábitar við skerpikjøt og røstum kjøti. Tað smakkaði veruliga av Føroyum.

- Hetta er eitt fantastiskt tilboð, sum eg bara kann ímynda mær fer at fáa góða undirtøku. Vanliga drekki eg nógv kaffi, men at fáa ymsik sløg av te afturvið hesi máltíð var heilt perfekt.

- Miðbýurin mennist við rúkandi ferð, og tí gleðist eg sanniliga um, at gestir nú eisini kunnu fáa eina slíka uppliving. Tað er onki at ivast í, at hetta var meira enn ein máltíð. Hetta var ein heildaruppliving, sigur borgarstjórin. 

Til ber at bíleggja borð her: Biskupsstøðgarðurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing