Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt uppercut til Kringvarpið!

SKRIVAÐ: Kristian Eli Zachariasen  |  16.02.2026 - 09:22 Lesarabrøv Mentan

Er tað bara hjá mær, at útvarpið hellir so nógv til tað eina borðið, at bilurin næstan fer út av vegnum?

Hvønn morgun er tað sama søgan. Útvarpið dundrar í bilinum ávegis til arbeiðis og tá kósin verður sett norðeftir aftur, er tað onkur onnur rødd, sum hevur fingið "konseptuella" talurættin.

Men eg eri farin at undrast: Er tað bara hjá mær, at útvarpið hellir so nógv til tað eina borðið, at bilurin næstan fer út av vegnum?

Sum lurtari verður man borðreiddur við eini matskrá, sum mest minnir um eina blandaða tónleika- og ítróttarveitslu. Tað virkar sum um, at um tú ikki hevur ein fótbólt undir arminum ella ein gittara í hondini, so ert tú púra óviðkomandi fyri almenna Kringvarpinum. Eg lurti sjálvur, óvitandi sum eg eri, men ein spyr seg sjálvan:

"Er Kringvarpið blivið eitt PR show hjá tónleikavinnuni og áhugabólkum, heldur enn ein public service stovnur?"
Hvat kveikti so lív í hesar tankar aftur?

Jú, eg las leiðaran í "lokalsproytini" ídag. Har stóð svart á hvítt, at Kringvarpsstjórin nú hevur funnið knívin fram: Torratingið er skorið burtur. Liðugt sum poppsangari. Tikið av vøllinum.
Grundgevingin er tann klassiska: "Vit raðfesta øðrvísi" og "vit mangla manning".

Tað er merkiligt. Man hevur manning nokk til at greina hvørt einasta hornaspark í Betrideildini og hvønn einasta tóna hjá einum nýggjum bólki, sum fimm fólk hava hoyrt um.

Men at senda frá einum tiltaki, sum savnar fólk og hevur veruligan fólksligan substans? Nei, har er tøknin og fólkið knappliga horvið.

Vælsignaðu tit, hvat við teimum lurtarunum, sum ikki fara í sjálvsving av eini gittarsolo ella offside døming? Skulu tey bara finna seg í, at teirra áhugamál verða raðfest niður í kjallaran, meðan tónleika- og ítróttasegmentið fyllir alla dags- og vikuskránna?

Kanska eri eg bara vorðin ein grumpy old man, sum sær trøll á alljósum degi. Livst so spyrst!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy
Politiska landslagið í broyting
Starabúrið út at ferðast
Við mikrofon­ini á valfundi á Skúlatrøð
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna