Politiskur fundur hjá Pensjónistafelagnum Hugna í Smæruni tann 17.03.26
Av tí at vit gomlu eru so nógv umrødd í tí politiska kjakinum ,høvdu vit í Pensjónistafelagnum Hugna gjørt av at bjóða politikkarunum á fund .
Høvuðsevnini vit høvdu sett á skrá vóru : Eldraøkið og pensjónir og samferðsla .
Kl .15.00 var hølið lsett og Maria Olsen ,forkvinna í Hugna bjóðaði vælkomin og bjóðaði fólki at fáa sær kaffi/the og heimabakaða køku ,og gav síðani orðið til Jógvan Skorheim ,orðstýrara.
Jógvan Skorheim innleiddi við at greiða frá skipan av valfundinum gav so orðið víðari til tey politisku umboðini, sum í fyrsta umfari fingu ein minutt í part at greiða frá valskránni hjá teirra flokki.
Umboðini fyri flokkarnar vóru hesi :
· Fólkaflokkurin Elsebeth M. Gunnleygsdóttur
· Sambandsflokkurin Jóan Petur Joensen
· Javnaðarflokkurin Òlavur Nybo
· Sjálvstýrisflokkurin Sámal Petur í Grund
· Tjóveldi Eirikur í Jákupsstovu
· Framsókn Beinta Løwe
· Miðflokkurin Petur Asano
Síðani var komið inná fyrra evnið : Eldraøkið og Pensjónir . Undirevnini vóru :
Skal pensjónin økjast ?
Hvussu við mótrokning ?
Hvussu skal eldraøkið fíggjast í framtíðini ?
Hvussu við eldravernd ?
Hvussu við manglandi starvfólkum á eldraøkinum ?
Hetta vóru alt evni, íð høvdu stóran áhuga hjá teimum íð vóru møtt á fundi , og kjakið gekk lívliga .
Síðani kom annað evni á skrá : Samferðsla
Hesuferð vóru framsøgufólkini :
· Fólkaflokkurin Rannvá Isaksen
· Sambandsflokkurin Jóan Petur Joensen
· Javnaðarflokkurin Ólavur Nybo
· Sjálvstýri Sylvia Thomsen
· Tjóveldi Eirikur í Jákupsstovu
· Framsókn Beinta Løwe
· Miðflokkurin Petur Asano
Undirevnini í hesum kjakinum vóru:
Skal undirsjóvartunnil gerast til Kalsoynna ?
Hvussu við byrgingini um Haraldsund ?
Hvussu við Suðuroyar tunnlinum ?
Hvussu skal tað fíggjast ?
Eru aðrar raðfestingar á samferðsluøkinum ,íð tit ynskja at gera , sum í serligan mun gagnar norðoyggjum ?
Eini 80 fólk vóru møtt á fundi og kjakið gekk sum sagt lívliga .
Maria Olsen forkvinna í Hugna endaði fundin við at takka politikarunum og øllum ,íð vóru møtt .
Fundurin endaði við at øll reistust og sungu tjóðsangin .
Nevndin í Pensjónistafelagnum Hugna