Lýsing
Lýsing
Reproz og Team85 leggja saman
Fyritøkurnar Reproz og Team85 hava gjørt av at leggja saman í eitt felag, ið verður størsta samskiftis-, reklamu- og sniðfyritøka í Føroyum.
Orsøkin til samanleggingina er, at fyritøkurnar hava felags áhuga í at bjóða sínum viðskiftafólkum eina enn breiðari og betri tænastu. Fyri viðskiftafólk fer samanleggingin at merkja, at nýggja fyritøkan verður ein one-stop tænastufyritøka - eitt sonevnt full-service bureau – ið fevnir um allar tænastur innan strategiska ráðgeving, sniðgeving, samskifti, marknaðarføring, heimasíður, skeltaframleiðslu, básar og innan- & uttandura lýsingamiðlar.
Samanleggingin førir við sær, at allir førleikar verða savnaðir í einari eind, og tað gevur í sjálvum sær eina synergieffekt. “Ongastaðni í landinum finnur tú so nógvar førleikar av hesum slag í einum virki,” sigur Poul
Clementsen, stjóri á Team85.
“Fremsta málið hjá nýggju fyritøkuni er at gerast heildarveitari hjá føroyskum vinnulívi á heimamarknaðinum, og harnæst at hava neyðuga førleikan at fylgja føroyskum fyritøkum á leið út í heim,” sigur Christian Nagata, stjóri á Reproz.
Nýggja fyritøkan hevur longu latið upp skrivstovu í Reykjavík og húsast saman við Japonsku sendistovuni, Apple Computer og Icelandic Stock Exchange.
Í nýggju fyritøkuni fara at starvast um 35 fólk við hollum royndum og førleikum á øllum kjarnuøkjunum.
Nýggja fyritøkan er partur av Nema-samtakinum, ið veitir fullfíggjaðar tænastur innan KST, skrivstovu og samskifti til føroyska vinnulívið.
Vinaliga,
Christian Nagata og Poul Clementsen

Seinastu tíðindini