Sunnudagin 12.juli kl. 16 verður Summartóna-konsert í Varpinum við pólska bólkinum Spółdzielnia Muzyczna Contemporary Ensemble.
Í samband við tað eru nýggj tónleikaverk bíløgd frá føroyskum kvinnuligum tónaskøldum. Fimm kvinnur at spíska pennin til høvið, og eisini er eitt verk eftir kvinnu úr teirra egna heimlandi, so lagt er upp til fjølbroytta framførslu.
Tónaskøldini eru:
- Żaneta Rydzewska – eco stories
- Kristina Thede Johansen / Johan H. Nebelong – Nú hvítna tindar fjøllum á
- Helena Lamhauge- Mura
- Unn Paturson – Riggar tað nú?
- Anna Katrin Øssursdóttir – Portals
Harafturat hevur okkara egna Simona Eivinnsdóttir eisini eitt nýtt verk á skránni. “Tú elskar meg” er verk bygt á Sálma 27:1-6. Hon skrivar soleiðis sjálv um verkið:
Lívið kennist
ikki altíð trygt
hvat skulu vit gera
við avbjóðandi óttan
Vit royna okkara besta
hóast illveður
innan og uttan
Fyrsta tónleikaverkið hjá Simonu Eivinnsdóttir, strúkikvartettin “Tøgn”, var frumframførd í 2022 av Aldubáruni, síðani hevur hon skrivað tónleik til Klaksvíkar Hornorkestur, Jón Festirstein, Moniku Stauss Joensen og seinasta verkið var eisini til Aldubáruna, og varð frumframført í tá nýupplatna Varpinum á World New Music Days í 2024.
Nýggja verkið hjá Simonu Eivinnsdóttir og konsertin eru stuðlað av Mentanargrunni Landsins, KODA Føroyar og Klaksvíkar Kommunu.
Atgongumerki á 100 kr fáast á heimasíðuni hjá Varpinum: https://varpid.fo/tiltak/summartonar-spoldzielnia-muzyczna-contemporary-ensemble-pl/
