Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jonhard rennur fyri Alzheimerfelagið

Jóhann Lützen

Eg renni Havnadalur Backyard Ultra leygardagin og brúki renningina til at savna pening til Alzheimerfelagið í Føroyum. Tú kanst gera mun við at lata eina lítla upphædd fyri hvørja rundu, eg fullføri.

Nú nærkast av álvara til startskoti smellir fyri 4. útgávu av Havnardalur BackYard Ultra, so eg eri mega spentur. Havi roynt at fyrireika meg eitt sindur í dag.

Fekk Meinhardt Joensen í MotusSport at prenta mær Treysti á ein jakka, eisini fekk eg eitt ílat av elektrolyttum, sum er gott at inntaka meðan runnið verður.

Tú kanst stuðla Alzheimerfelagnum við at lata eitt oyra pr. rundu. Vitja www.jonhard.com har tú kanst skráseta tín stuðul.

Les meira her.