Á SvínaCon ynskja vit at savna líkasinnaði saman til hugna og sosiala samveru, við at bjóða teimum eina serstaka uppliving á útoyggj við borðspølum.
Legan er tó ikki bert fyri tey gistandi á Gamlagarði, men er eisini fyri øll áhugaði, ið annars eru á oynni.
Á skránni er heldur ikki bara borðspæl, men eisini m.a. disk golf, gongutúrur og spøl á retro konsollum.
Hetta er fjórðu ferð Tabletop Føroyar skipar fyri SvínaCon.
Meira kunning kann lesast á svinacon.tabletop.fo ella við at venda sær til fyriskiparan, Esbern á Geilini, á tlf 751276.
Tiltakið er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu
