Á málskjótingini sást aftur, at Árni Frederiksberg mátti skaddur av vøllinum eftir hálvan tíma, men KÍ mentist gjøgnum dystin og var samanlagt betra liðið.
Liðini spældu uttan váða, og tað vóru næstan eingir stórir málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Eftir hálvan tíma mátti Árni Frederiksberg skaddur av vøllinum við einum vøddaskaða, og tað fór sum ein skelkur gjøgnum áskoðarafjøldina, tí málstigini hjá KÍ í altjóða dystum eigur Árni Frederiksberg næstan altíð ein leiklut í.
Men KÍ-liðið mentist gjøgnum dystin, og í seinna hálvleiki var KÍ væl omaná. Innskifti Mansour Sinyan kom inn til sín fyrsta dyst og var eyðsýndur. Hann var eisini nær við at skora og tað sama vóru Gilli R. Sørensen, Jonn Johannessen og Jóannes K. Danielsen, men heilt stóri málmøguleikin kom ongantíð. Í hinum endanum hevði KÍ-verjuparturin gott tamarhald á dystinum.
Avgerðin fellir á útivølli
Um eina góða viku fellir avgerðin á útivølli. Tá verður spælt á grasi, men á vølli, har Kaunas Zalgiris ikki spælir sínar heimadystir vanliga, tó at teir hava roynt seg har á heimavølli. Kauno Zalgiris tóktist væl nøgdir við 0-0 úrslitið, og nú skal KÍ avrika eitt av sínum toppavrikum á útivølli, um tað skal eydnast at spæla seg víðari.
