KÍ-kvinnurnar eru nú fimm stig frammanfyri HB.
Eitt mál kom í dystinum og tað skoraði KÍ eftir hornasparksstøðu. Birita Ryan skoraði, tá bólturin lá leysur beint frammanfyri málinum. KÍ hevði aðrar møguleikar og var sum heild omaná, men HB var eisini framvið onkuntíð. Tað kom tó bara hetta eina málið.
Sigurin ger, at KÍ nú hevur fimm stig niður til HB á 2. plássi.


















































