Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kræsni og dovinskapur kostar

Jóhan Jógvansson

Í Utvarpinum beint nú tosa tey um hvussu dýrt tað er blivið at keypa matvørur..
Eitt sindur paradoksalt beint nú, meðan IRF er í ferð við at koyra bingjur út og annars fyrireika seg til at klára at brenna allan matin sum fólk ikki tíma at eta..
Ein spann og nakað av saltið er ikki dýrt. Og at fáða mat í spannina nýtist ikki at kosta nakað.
Í summar eru fleiri grindir slopnar at ganga tí ov fá tíma at taka upp og eta tann mat ið vit fáða ókeypis uppí hendurnar.
Vit hava ikki so nógv ein trupuleika við høgum prísum sum vit hava tað við ringari matmentan.
Kræsni og dovinskapur kostar.
Beint nú og komandi mánaðin er møguleiki hjá føroyingum at tryggja sær mat til allan veturin, men flestu gera tað ikki.