Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrst Grønland, nú Ísland – verða Føroyar tær næstu?

Jóhann Lützen

USA styrkir sambondini í Norðuratlantshavi. Herfyri varð nýggj trygdaravtala undirritað við Grønland og Danmark, og í gjár vitjaði amerikanski uttanríkisráðharrin Ísland. Tað reisir spurningin, hvør leikluturin hjá Føroyum verður í vaksandi amerikanska áhuganum fyri okkara leiðum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, var týsdagin í Íslandi, har hann hitti íslendsku stjórnina. Boðskapurin var greiður: USA og Ísland vilja styrkja samstarvið um trygd og verju og samstundis menna búskaparligu sambondini.

Vitjanin kemur stutt eftir, at USA, Grønland og Danmark 22. september undirritaðu eina avtalu um at styrkja trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi. Sambært donsku stjórnini virðir avtalan fullveldið hjá ríkinum og sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum. Hon skal tó gjøgnum neyðugu parlamentarisku mannagongdirnar, áðrenn hon kemur í gildi.

Nú er amerikanski áhugin eisini sjónligur í Íslandi.

Rubio vísti á vaksandi hóttanir og týdningin, Ísland hevur fyri verjuna av bæði Evropa og Norðuramerika. Hann nevndi millum annað vandar móti undirsjóvarkaðlum og siglingarleiðum. Sambært Radio Free Europe/Radio Liberty varð eingin nýggj føst amerikansk herstøð fráboðað, men Rubio lat upp fyri meira samstarvi um hernaðarliga hjáveru og eftirlit.

Føroyar liggja millum Ísland og Skotland, mitt í hesum havøkinum. Tí er nærliggjandi at spyrja, um vaksandi amerikanski áhugin eisini fer at merkja fleiri ítøkilig ynski um samstarv við Føroyar.

Føroyar eru longu við í samrøðunum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, luttók 20. september á fundi í New York við Marco Rubio og uttanríkisráðharrum úr fleiri sameindum londum. USA var vertur, og trygdar- og verjupolitiskar raðfestingar hjá NATO á norðurleiðum vóru á skránni.

Har vísti landsstýrismaðurin á, at strategiska staðsetingin hjá Føroyum ber við sær eina ábyrgd at styrkja felags trygdina. Sambært Uttanríkis- og fiskimálaráðnum taka Føroyar tí lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingunum hjá NATO um okkara leiðir.

Men hvørji næstu ítøkiligu stigini verða fyri Føroyar, er enn ógreitt.

Við nýggju avtaluni um Grønland og vitjanini í Íslandi sæst tó, at Washington raðfestir Norðuratlantshav. Tað ger spurningin um føroyska leiklutin alsamt meira viðkomandi:

Verða Føroyar næsta staðið, har USA vil styrkja samstarvið – og hvørjar treytir fara føroyskir myndugleikar tá at seta?