Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í dag fingið fyrsta úrslitið frá Kliniskt Genetiskt av einari genetiskari kanning av einum pinkubarni.
Síðani 1. oktober 2025 hava kanningarnar verið gjørdar á Statens Serum Institut. Nú verða tær framyvir gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsið lýsir nýggju uppgávuna sum spennandi og dagin í dag sum ein stóran dag.
