Tað var spenningur og undirhald fyri allar pengarnar, tá Stjørnan í dag hevði vitjan at oddaliðnum H71. Stjørnan fekk eina góða byrjan, serliga var tað verjuparturin hjá heimaliðnum, sum fyrstu løtuna stóð seg væl. Tá leiktir voru 13 minuttir, var støðan 9-3 til heimaliðið, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 16-13 til Stjørnuna.
Seinni hálvleikur gjørdist rættiliga spenndandi. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, javnaði H71 til 21-21, og eftir hetta skiftust liðini um at skora. Tá hálvurannar minuttur var eftir at leika, skoraði Sarah S. Madsen til 26-25 til Stjørnuna, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Samanumtikið má sigast, at sigurin til Stjørnuna var fult uppiborin. Við sigrinum hevur Stjørnan lagt seg á annað plássið. H71 er oddalið við 12 stigum, meðan Stjørnan á øðrum plássi hevur 8 stig.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 6, Mina S. Henriksen 6, Sarah S. Madsen 5, Brynja Høj, Ella L. Samson og Jancy H. Poulsen 3 mál hvør.
















































