Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fruktirnar av einum valdømi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.01.2018 - 10:17 Tíðindi

Nú 20. januar vóru 10 ár liðin, síðani fyrsta løgtingsvalið í Føroyum sum einum valdømi varð hildið, verður sæð burtur frá fólkatingsvalunum. Grundgevingarnar fyri at gera tað vóru nógvar – burtur við lokalpolitikki, fleiri kvinnur á ting, rættvísari javnvág millum atkvøður og tingsessir, og allar atkvøður skuldu telja líka nógv. Tvey av hesum eru gingin út.

Tey sum væntaðu minni av lokalpolitikki á tingi, viðganga sjálvi, at tey forroknaðu seg so dyggiliga. Lokalpolitikkur er bara vaksin í øllum økjunum í landinum, ikki minst í miðstaðarøkinum.

 

Borgarstjórar vilja á ting – og fólkið vil hava teir

Í gomlu valskipanini var ikki vanligt, at borgarstjórar sótu á Løgtingi. Fleiri hava sitið í báðum sessum, men sjáldan samstundis.

Til løgtingsvalið í 2015 stillaðu bæði núverandi og tveir fyrrverandi borgarstjórar í Tórshavn upp, og borgarstjórin í Klaksvík, borgarstjórin á Tvøroyri, bæði núverandi og fyrrverandi borgarstjórin í Vestmanna, borgarstjórin í Runavík, borgarstjórin í Fuglafirði, borgarstjórin í Eysturkommunu, borgarstjórin á Viðareiði, borgarstjórin í Hvalba, borgarstjórin í Vága kommunu, borgarstjórin á Strondum og borgarstjórin á Eiði stillaðu eisini upp. Tilsamans 12 táverandi borgarstjórar umframt Annika Olsen og Poul Michelsen, ið eru núverandi og fyrrverandi borgarstjórar í Havn. Av hesum blivu 7 valdir.

Umframt borgarstjórarnir eru Hanna Jensen í Framsókn og Helena Dam á Neystabø og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum eisini býráðslimir, eins og Óluva Klettskarð í Tjóðveldi og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir vóru býráðslimir fram til kommunuvalið í 2016. Sostatt hevur ella hevði ein triðingur av tingmanningini í dag annað beinið á Løgtingi og hitt í kommunalum jørðildi.

Man kann halda um hetta, hvat man vil, men veruleikin er tann, at tann føroyski veljarin vil umboðast lokalt. Fær hann ikki sín vilja uppfyltan við valdømum, so velur hann sín borgarstjóra ella ein annan kommunustýrislim í Løgtingið.

 

Orrustan á Tvøroyri

Tá ein samgonga verður skipað, ið bert telur 17 tingfólk, gerast øll tingfólkini avgerandi atkvøðan. Tað hevur givið at bíta fyri serliga Aksel V. Johannesen, floksformann, løgmann og samgonguleiðara. Brotasjógvarnir hava verið nógvir, men hava allir verið landspolitiskir. Inntil nú.

Stutt eftir at fiskivinnunýskipanin varð samtykt við Kristini Michelsen sum 17. manni, boðaðu Javnaðarflokkurin og leysgangarin Kristina Roest frá, at tey ynsktu at allar nevndirnar í Tvøroyrar Býráði skuldu veljast av nýggjum, eins og róð varð framundir, at tey ynsktu, at borgarstjórin antin skuldi leggja borgarstjórasessin ella løgtingssessin frá sær. Borgarstjórin gjørdi skjótt bart, og segði frá, at hann tók seg úr samgonguni, og tá tað kemur hartil, at hann skal velja annan sessin, so verður tað borgarstjórasessurin, meðan hin stendur tómur.

Hervið verður stórt trýst lagt á Javnaðarflokkin, tí samgongan fær onki mál ígjøgnum við 16-16. Soleiðis er ein ósemja um lokalar býráðsnevndir vorðin avgerandi fyri, um samgongan er stjórnarberandi.

Fyri bert einum góðum ári síðani varð Heðin Mortensen koppaður sum borgarstjóri í Havn, og ein tann fyrsta reaktiónin hjá honum var at peika niðan á Løgtingsbygningin og siga, at “tey harinni skulu eisini hava okkurt ígjøgnum”. Tað bleiv tó ikki til meira enn orð. Hesaferð bleiv tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG